Umsiting av lógum og um bidding – við fleiri spurningum

Í Sosialinum nr. 137 (25.11) hevur Uni Arge áhugaverda grein, ið hann kallar Heimastýrið søplar pengar burtur. Í greinini er hópur av roknskapartølum, sum hann hegnisliga brúkar til at lýsa gongdina hjá landskassanum frá 1998 til 2011.

Heri Mohr
----


Niðurstøðan av hesum mongu upphæddum, sum ætlandi eru fingnar úr landskassans ársroknskapum, er ikki ein, men fleiri:

*Ein grundleggjandi spurningur er, um meining er í at rinda einum heimastýri skatt, tá politikararnir fara so illa við teimum skatta- og avgjaldskrónum, teir fáa at umsita.
*Tað eydnaðist at stýra landskassanum við einum nýggjum sjálvbjargnisanda í 1998-2003.
*At lógásett ríkiskassafígging til heilsuverkið og almannaverkið varð skerd, samstundis sum skúlaverkið varð yvirtikið uttan at útvega neyðuga fígging, hevði als einki at siga, tí trivaligt milliónaavlop var í landskassanum.
*Tað er ”vanvirðilig ábyrgdarflýggjan,” nú nýggja landsstýrið roynir at fáa galdandi lógáseting og sáttmálaskipan viðvíkjandi fíggingini av heilsuverkinum og almannaverkinum aftur í eina forsvarliga legu.
*Vanstýring og áhaldandi manipulatión um ávirkanina av blokkminkingini í 2001 settu okkum í ta støðu, vit nú eru í. (Tað var annars í 2002, at blokkminkingin fór fram/HM).
*Fólk í Føroyum hava trúðliga fylt landskassan við skatti og avgjøldum seinastu 12-13 árini. (Hava vit ikki altíð goldið landskassanum skatt og avgjøld? HM).
*At skattgjaldarin nú er vitni til, at politikarar fara akandi og biddandi á knøðunum til Danmarkar at fáa fíggjarliga fyrigeving fyri egnar syndir. (Hvørjar syndir? HM).
* O.s.fr.

Í greinini hjá UA fáa vit at vita, hvussu tað eydnaðist at stýra landskassanum síðani 1998, tá ið sjálvbjargnisandin gjørdi vart við seg. Í hansara frálíku talvu lesa vit samandráttir av landskassans inntøkum og útreiðslum í 14 ár. Talvan er ein rekapitulatión av roknskapartølum, men tíverri við ongum upplýsingum, ið kunnu hava almennan áhuga. Eingin skal tó ivast í, at í 1998-2003, tá ið ”sjálvbjargnisandin av álvara kyknaði aftur í Føroyum,” hendi mangt og hvat.
Vit kunnu tríva í rúgvuna:

*Landskassin fekk 146 milliónir úr ríkiskassanum. Hetta var landskassans partur av avlopi danska tjóðarbankans sambært lóg.
*Blokkstuðulin vaks við 96 milliónum (1998-2001) samsvarandi galdandi avtalu millum ríkisstjórnina og landsstýrið við støði í galdandi lógum.
*Í 1998 fekk landsstýrið Fíggingargrunnin, Realkredittin og Framtaksgrunnin til ognar. Gloymdu vit at takka ríkisstjórnini fyri hesar stórfingnu milliardagávur?
*Við yvirtøku av skúlaverkinum og almennari forsorg 1. januar 2002 minkaði blokkstuðulin við 366 milliónum. Samstundis við yvirtøkuni gav landsstýrið ríkisstjórnini boð um halda uppat við teimum árligu reguleringunum (prístal v.m.) av restblokkinum í 5 ár. Hendan niðurbindingin er ongantíð loyst úr hafti. Hví fíggingin til heilsuverkið og almannaverkið skuldi verða niðurbundin nú í 10 ár, er trupult at skilja hjá vanligum fólki.
* Landsstýrið brúkti í 1999 og 2000 nógvan pening til bøkur og annað skrivað tilfar við adressu til løgtingsveljararnar. Tað nógva av hesum var villleiðandi, ósatt og indoktrinering. Í propagandaritinum Frá heimastýri til fullveldi 2000, síða 26, er tilskilað, at ”í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum, restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd.” Hetta vóru seinastu orðini í ritinum, sum varð potað í hvørt heim í Føroyum.
Ikki eitt klovið oyra av blokkinum varð sett av til samansparing. Lógirnar og avtalur til blokkin markera greitt, hvat blokkurin er ætlaður til. Í 2001 avgjørdi landsstýrið, at ein triðingur av blokkinum skuldi tveitast á bláman.
*Í 1998-2003 vuksu landskassans lønarútreiðslur við 73%, meðan landskassans inntøkur (blokkurin íroknaður) í sama tíðarskeiði vuksu við 24%.
*Í 2003 hevði landskassin 656 milliónir minni í tøkum peningi enn í 2002.
*Í sjálvbjargnisanda skeiðnum 1998-2003 fekk landskassin 5,239 milliardir úr ríkiskassanum.
*Gomul fólk, við rímiliga góðum minni, vilja halda, at hetta var triði ”sjálvbjargnisandin” av trimum. Tann fyrsti var í 1943-1952, tann næsti var í 1985-1992, og triði var so í 1998-2003.
Við óhugnaligum paukuduni hoyrast nú ljóð frá eini fjórðu, sjálvgjørdari armóðstíð við milliarda landskassaskuld uppstaðin av tí almenna fíggjarpolitikkinum í 2001-2003.
*Halda vit okkum til tað frálíka roknskaparyvirlitið hjá Una Arge, síggja vit, at í árunum 2004-2011 hevði landskassin 2,4 milliardir í rakstrarhallum ella umleið tað sama, sum niðurskurðurin av blokkinum kostaði landskassanum í sama tíðarskeiði. Hetta er lítla-tabell við risatølum.

Um blokkin er at siga, at hann avloysti refusiónsskipanina í tveimum stigum: fyrst 1. januar 1988 og so 1. januar 1995, tá ið ein stórur meiriluti í løgtinginum (25-0) samtykti, at so skuldi vera. Hví hendan 23 og 16 ára gamla skipanin nú verður gjørd til bidding úr ríkiskassanum, er trupult hjá vanligum fólki at skilja.
At stempla ein meiriluta av løgtinginum at ganga biddaragongd, nú samráðingar eru um at fáa fíggingina til heilsuverkið og almannaverkið aftur á beint, er langt úti. Sum longu sagt niðurbant landsstýrið fíggingina úr ríkiskassanum til tey ikki yvirtiknu ”bleytu virðini” 1. januar 2002. Fíggingin er framvegis niðurbundin.

Sjúkrakassarnir í Føroyum vórðu niðurlagdir 1. januar 2010, og í teirra stað kom ein nýggjur almennur stovnur, Heilsutrygd. Í blokkinum eru einar 17 milliónir (ella meira?) oyramerktar til sjúkrakassarnar. Nú teir eru farnir í søguna, er nærliggjandi at spyrja, um ríkiskassans stuðul er strikaður og blokkurin lækkaður samsvarandi, ella um ríkisstjórnin hevur samtykt at flyta stuðulin til fígging av Heilsutrygd?

Í bókini Endurminningar (kom út fyri nøkrum vikum síðani) er greitt frá, hvussu inferno við ruðuleika í fyrisitingini tók seg upp í Tinganesi mitt í 80-unum við sera álvarsligum avleiðingum.
Orrustina í Tinganesi 2003 um eina stongda hurð, sum koppaði samgonguna, gloyma fólk ikki. Mundi tað ikki heldur vera samgonguskjalið við yvirtøku av serforsorg við 117 milliónum, sum gav løgmanni kaldar føtur – og ikki tann stongda hurðin? Men láturligt og grátuligt var tað.
Politisk sjúka hevur vanliga drúgva inkubatiónstíð, áðrenn sjúkraeyðkennini koma til sjóndar. Fleiri ár. Eftir øllum at døma skal sjúklingurin (landskassin) nú loksins leggjast undir skurð – uttan bedøvilsi. Tað verður pínufult við hættisligum skurðtiltøkum og ásýniligum avleiðingum.

At kalla fólk biddara er ærumeiðandi. Landsstýrið, sum í hesum døgum stríðist fyri at fáa fíggingina til almannaverkið og heilsuverkið aftur í ta við lóg tryggjaðu legu, verður í skrift og talu lagt undir bidding. Hetta heiti, biddari, rámar alt Føroya fólk. Tessvegna stinga nakrir viðkomandi spurningar seg upp:
*Er tað bidding, at eftirsitandi hjá føroyskum sjómonnum, sum lótu lív í vandasiglingini 1940-1945, fingu og fáa framhaldandi krígspensión úr ríkiskassanum?
*Er tað bidding, at føroyingar, innistongdir í Danmark í 1940-1945, fingu lán og aðra hjálp úr ríkiskassanum, og at hetta (lánini) gjørdist stovnsfæ hjá Dansk-færøsk Kulturfond 1951? Í bókini Føroyar 1 og 2 frá 1958 er tilskilað: ”Hevði ikki Dansk-færøsk Kulturfond verið so stórtøkið, hevði ikki borið til at givið út hetta verk.”
*Er tað bidding, at øll landskassans lán – 5,5 milliardir – upptikin í fremmandum londum, vórðu umskipað í 1998 til lán úr ríkiskassanum, til tess at bjarga okkum undan óloysiligum uppgávum og eyðmýking á altjóða peningamarknaðinum, samstundis sum ríkiskassin strikaði 900 milliónir av skuldini og gjørdi eina hálva millión rentu- og avdráttarfría? Var hetta ikki ein hjálpandi bróðurhond, tá ið harðast leikaði á? Gloymdu vit at takka fyri hjálpina? Tak er kun et fattigt ord…
*Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar helvtina av almennum pensiónum í Føroyum?
*Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar serforsorgina í Føroyum?
* Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar rakstrarútreiðslurnar hjá ellis- og røktarheimum?
*Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar allar sjúkraviðgerðir á Ríkishospitalinum og helvtina av rakstrinum hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum?
*Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar dómsvaldið og løgregluvaldið í Føroyum?
*Er tað bidding, at lesandi føroyingar hava fíggjarlig rættindi til hægri lestur í Danmark og í øðrum londum takkað veri okkara ríkisrættarligu støðu? Og hvussu við øðrum ríkisborgararættindum, eru tey eisini bidding?
*Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar landslæknaembætið og kriminalforsorgina í Føroyum?
*Er tað bidding, at tveir føroyingar fáa løn og samsýningar úr ríkiskassanum, tá ið teir eru limir í fólkatinginum? Tað sigst, at nakað av hesum peningi endað í kassanum hjá einum politiskum flokki í Føroyum.
*Er tað bidding, at føroyingar í túsundatali – bæði á sjógvi og landi – hava trygg kor í Danmark?
*Er tað bidding, at útbygging og nútíðargerð av okkara flogvølli verður fíggjað við studningi úr einum donskum grunni (Íleggingargrunnurin fyri Føroyar)? Annars fíggjaði hesin sami grunnur gerð av okkara landsvegum og bergholum. Og hann var ein funnin fressur í 1992 at bjarga tí, sum annars stóð til at rapla.
* O.s.fr.

Um svarið er ja, føroyingar eru biddarar, eigur hetta skjótast gjørligt at verða lagt inn á ting til politiska støðutakan. Tað er langt úti, tá ið tað frá tingsins røðarapalli verður framhildið, at okkara heilsuverk og almannaverk verður fíggjað við bidding.

Og so til kardinalspurningin: samríkið Danmark. Ein av teimum stillu og kanska eisini smædnu í okkara samfelagi segði nú um dagarnar: Á hesum okkara lítla, fjarskotna oyggjalandi í Norðuratlantshavinum hava okkara forfedrar við stríði og strevi í øldir gróðursett eina mentan væl tøðað við: Brochmand, Grundtvig, Kingo, Brorson, Holberg, háskúlum, Sjóarbóndanum, Jákupi Dahl, J.- F. Jacobsen, Williami Heinesen, Janusi Djurhuus, Mikines, Rasmusi á Háskúlanum, Heðini Brú o.n.ø. Tey føroysku kvæðini og tær donsku fólkavísurnar og grindavísan hjá C. Pløyen trívast væl lið um lið. Jóannes Patursson yrkti tann vakra sangin Eg veit eitt land… Nú stígur tað sum mynsturbú, sær mongum øðrum fremmri… Ófatiligt, segði hesin smædni, at býttislig nationalisma og hættislig indoktrinering nú hava fingið órógvandi fótafesti her á okkara klettum. Nei, segði hann, vit áttu at verið takksom, at vit eru í ríkisfelagsskapi við eitt land, sum telist millum heimsins mest framkomnu og mest demokratisku og mest humanu. Hesa okkara mentanarkeldu royna væl skúlað og (ó)upplýst fólk at forkoma. Teirra stóra vón er nú, at olja og gass verður funnið nakrar kilometrar undir føroyskum havøki. Tá verður oljuslev úr munni á hvørjum ”røttum føroyingi” …. Okkara seinasta olja, segði hann.

Í einum drúgvum bókaummæli 2007 skrivaði Rolf Guttesen, Adjunct Professor in Historical Geography:
Ein sjálvberandi illusión? Samfelagið hevur eina stødd og eina geografiska placering, sum ger, at tað ongantíð kann blíva burðardygt, haldgott ella sjálvberandi. Nepotisma, persónssamanfall, dugnaloysi og inhabilitetur fara altíð at forpesta viðurskiftini. Mytur og fyrigyklingar eru tað mest sjálvberandi. Tað trívist sum ókrút.
Í greinini ”Kaisarans lutur og Guds” endurgevur rithøvundurin Janus Kamban brot úr yrking hjá Kim Larsen:

Om lidt bl´ir her stille
Om lidt er det forbi
Fik du set det du ville?
Fik du hørt din melodi? ...

Uttan mun til, hvat vit halda um heimastýrið, og uttan mun til, hvat vit halda um ríkiskassans lógfestu fíggingar til alment virksemi í Føroyum, so má og skal okkara embætisverk ansa eftir, at lógir, sáttmálar, kunngerðir og avtalur verða fyrisitin og umsitin professionelt og við mentalum reinføri.
Tey, ið ikki duga hetta, mugu uttan drál fáa annað starv at røkja.

Aftur til blokkin.
Við heimild í løgtingslóg nr. 130 frá 8. oktober 2001 undirskrivaðu tveir landsstýrismenn og tveir ráðharrar í ríkisstjórnini nakrar dagar undan jólum sama árið tvær avtalur um yvirtøku av skúlaverkinum og almennari forsorg minus serforsorg (skjót eksekutión má sigast; um átta minuttir fer Ritan avstað…) Hetta innibar, at blokkurin varð minkaður við ávikavist 274 milliónum og 92,4 milliónum. Hesar avtalur fingu onga løgtingsviðgerð.
Í avtalunum er millum annað tilskilað: ”Under forudsætning af de bevilgende myndigheders tilslutning overdrages statens rettigheder i henhold til nedenstående statslån vederlagsfrit til Færøernes hjemmestyre. Der er for lånene udstedt pantebreve og gældsbreve...” Her snýr tað seg um 10 statskassalán upp á 34.695.000,00 krónur við skuldarbrøvum í húsaognunum: Tekniski skúli í Havn og í Klaksvík, Føroya Handilsskúli, Føroya Barnaheim og Drottning Ingridar Barnagarður. (Næmingaheimið í Havn er ikki nevnt í avtaluni).
Hvussu skal hetta skiljast? Altso: Breyt landsstýrið § 42 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, tá ið landsstýrislimirnir undirskrivaðu avtaluna millum ríkisstjórnina og landsstýrið 19. og 20. desember 2001? Vórðu málsøkini skúlamál og almenn forsorg við beráddum vilja yvirtikin fyri at fíggingin til økini skuldi skerjast við meira enn 50%? Har komu jú ongar nýggjar inntøkulógir í staðin fyri. Allar tær nevndu kostnaðarmiklu ognirnar og tey 10 ríkiskassalánini eru als ikki skrásett í landskassans ársroknskapum.
Í § 38 í nevndu løgtingslóg er ásett, at ein 3-mannanevnd av løgtingsmonnum skal hava eftirlit við, at ”starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.” Mundi 3-mannanevndin sova í tímanum í desember mánað 2001? Ella var nevndin als ikki til?
Spurningarnir eru legio.

Við lóg skal land byggjast, og lóg er lóg, og lóg skal haldast.

Nýggjársynskið má vera, at Føroya Løgting verður ført fyri at lóggeva við tí viti og skili, ið krevst, til tess at føroyingar aftur fara at duga í sátt og semju at liva og virka mannsømandi í Føroyum. Hetta er fyrsta treytin, um vit yvirhøvur skulu trívast og stetast í okkara landi.
Tað er hóskandi at enda greinina við einari tøkk til okkara løgmann fyri hansara vøkru og virðiligu nýggjársrøðu. Vit vóna og trúgva, at tað fer at eydnast honum at fáa føroyskan politikk aftur í eina trygga og ruddiliga legu uttan at lúgva – og villleiða Føroya fólk.