Umsita vit nóg skilagott?

Lat tað vera sagt beinan vegin, at tá talan er um vørur til útflutnings, so mugu sjálvandi øll keyparakrøv verða upfylt.
Øðrvísi sær tað út tá talan er um okkara inlendis viðurskifti
Tað tykist vera eitt merkiligt rák í okkara umsiting, har einki verður latið upp í hendurnar á tí einstaka at taka støðu til.

Alla æru vert, at vit fáa vegleiðing um vandamál, men máti skal vera við.
Vit hava langar traditiónir fyri bæði matgerð og virkni, so tá ið mynduleikin fer og blandar seg uppí, um ein gamal suðringur fær sær ein grindabita til døgurða, so er man farin út um sømuligt mark.
Sama er at siga um bygdakonuna, ið selur ein kaffikop. Og nú rekur onkur uppundir at bureaukratisera havestaveiðuna og skerpikjøtsframleiðsluna.

Hvussu gera onnur við sínar traditionellu framleiðslur og tænastur?
Var á Ølandi í summar í einum býi, ið sá út til at liva av ferðavinnu og smáútróðri. Útróðrarmaðurin avreiddi fiskin á bryggjuni til fólk á staðnum og smærri matstøð. Tilriggingin hjá útróðrarmanninum var rættiliga einføld – hann hevði eitt stálvask í vøruvogninum hjá sær sum hann setti á 4 bein. Fiskurin bleiv blakaður uppí og spulaður, og so bleiv selt. Keypari og seljari væl nøgdir – einki fjas.
Beint við stóð ein lítil vognur, har ein kona stokti sild sum hon seldi. Vit keyptu og blivu sessaði við eitt vanligt træborð við sild og rugbreyð serverað á einum servietti. Einfalt og gott.
Vóru eisini í Kerteminde, har vit fóru inn á eitt líti vertshús. Har var ein lítil garður, har tú kundi fáa mat og ein smøg. Køkshurðin stóð opin út í garðin, so eg hugdi inn. Har var reint og nosligt, men ikki nógv øðrvísinni enn ein vanligur føroyskur køkur. Gólvið í garðinum var steinsett – ikki flisalagt.
Og so ein túr út í Brugsina í Kerteminde at hyggja, hvussu har sá út. Komin á staðið sóu vit ógvusligan royk. Vit væntaðu. at nú fór skjótt ein sløkkiliðsbilur at koma og at fólk fóru at sleppa sær burtur. Men tvørturímóti - fólk stormaðu til. Fór nærri fyri at hyggja, hvat var á vási, og fekk at vita, at har royktu tey ost, tí tað var traditión har. Tað gjørdi man úti í túni.
Her skal havast í huga, at bæði Svøríki og Danmark eru skandinavisk lond, eru limir í EU og hava sínar eftirlitsstovnar, ið tykjast at tulka sínar reglur og lógir munandi øðrvísini, enn vit gera.
Hesi dømini, eg her havi nevnt, vísa, at vit standa nógv veikari í smávirkis- og matstovuhøpi, og hava samsvarandi verri kappingarføri, tá ið umræður til dømis at fáa nakað burtur úr ferðavinnuni.

Mugu taka atlit til tað fólkatilfeingi vit hava
Hugsi at hendan »sovjetiseringin« av samfelagnum, sum vit síggja, eigur at steðgast. Tað at einki byggjur á álit á vanliga føroyinginum. At alt skal topstýrast er eitt samfelagsligt sjúkueykenni.
Vit hava nógva traditionella vitan og nógv ógvuliga vælútbúgvið fólk á stórt sæð øllum økjum, so tað skuldi verið lag á manni at funnið ein umsitingarhátt, sum passaði til okkara lítla samfelag.
Okkara landsstýrisfólk hava ikki nakra lætta upgávu, lat tað verða sagt - halda tey eina lóg, so bróta tey eina aðra og øvugt. Umsitingin hon sær út til at senda fleiri og fleiri merkiligar lógir í tingið og hondina á hjartað, nakað av tí líkist arbeiðsskapandi tiltøk fyri somu umsiting.
Onkur løgtingslimur hevur tosað um at fækka ráðini í umsitingini og seta eitt fast tal í stýrisskipanarlógina. Óivað rætt, men treingja vit ikki til ein umsitingarreform, ið byggir á rammu og málstýring, altso álit og vitan?
Jóngerð Purkhús, ið var fíggjarmálaráðharri í 80'unum, hevði hasar hugsjónirnar. Tað hevði óivað riggað fínt, um tey amboð og fólkatilfeingi, ið vit í dag hava, vóru tøk tá.
Hvat við at taka eitt lag burtur úr umsitingini so frástøðan til borgarin verður stytri?
Hettar er tað, ið IMF hevur tilmælt Grkkalandi.
Eitt liggur tó fast. Tað er, at vit nýta alt ov nógvar pengar til vælútbúgvin fólk at ansa eftir frískum skilagóðum føroyingum, meðan pengar í ólukkumáta mangla, so frískir føroyingar kunnu ansa og syrgja fyri teimun ófrísku!