Fótbóltur
Fyrstu tveir arbeiðsdagarnar í nýggja felagnum hevur Nicolai verið til arbeiðis í Føroyum. Her hava hópatals fundir verið á skránni, og hóast byrjanin kann tykjast strævin, so slær nýggi stjórin fast, at hann ivast ikki í, at Fremad Amager hevur møguleikan at blanda seg millum tey stóru í Danmark. Tí, sum hann tekur til, annars var hann ikki farin í starvið.
- Eg valdi at taka av tilboðnum, tí eg síggi stórar møguleikar í hesum. Eg skilji kanska ikki so nógv føroyskt, men eitt orð, sum gongur aftur og aftur, er potentiali. Og júst hetta er orsøkin til, at eg tók av. Møguleikarnir at gera eitt stórt felag á Amager eru avgjørt til staðar. Ikki minst, tí baklandið er somikið stórt.
Skal trífaldast
Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at styrkja grundarlagið undir felagnum. Ikki minst fíggjarliga skal felagið gerast sterkari. Seinasti almannakunngjørdi roknskapurin sýnir, at samlaði umsetningurin hjá felagnum var góðar 3 mió kr., og hetta er eitt tal, sum skal lyftast, sigur Nicolai.
- Í longdini skulu vit helst upp at takast við tey heilt stóru, og tá eru tað so heilt aðrar upphæddir, sum vit tosa um. Men fyri at halda eitt superligustøði, skulu vit helst upp á 10-15 mió kr. Vanliga verður sagt, at ein uppflyting í sjálvum sær økir umsetningin við einum 5 mió kr., men tað merkir so eisini, at verandi umsetningurin helst skal trífaldast innan rímiliga tíð.
Og er tað eitt mál, sum kann røkkast innan tvey ár?
- Tað ivist eg ikki í. Áhugin her í Føroyum hevur verið stórur, og eisini í Danmark hevur talan verið um sera gott pr fyri felagið hesa fyrstu tíðina. Fyri meg kann eg í øllum førum siga, at eg ongan tíð áður havi uppliva, at sponsorar sjálvir venda sær til felagið við umbøn um at gerast sponsorar. Men tað havi eg longu nú upplivað her hjá Fremad Amager, so byrjanin sær í øllum førum heilt góð út, sigur altso nýggi stjórin í Fremad Amager.