Freistin at søkja inn á hægri lærustovnar í Danmark við kvotu 2 er longd í eina viku.
Vanligt er, at freistin er 15. mars klokkan 11 føroyska tíð. Nýggja freistin eitur 22. mars klokkan 11.
Hesum hevur danska undirvísingarmálaráðið boðað frá.
At freistin er longd í eina viku kemur orsakað av serligu støðuni við coronavirus í Danmark. Sostatt fáa teir nógvu umsøkjararnar enn longri tíð at søkja í.
Nakrir skúlar og lærustovnar hava heimauppgávu, sum umsøkjarin skal lata inn áðrenn eina ávísa dagfesting. Nakrar av hesum freistunum eru eisini longdar, og tað sæst meira um hetta á heimasíðuni hjá teimum ymsu stovnunum.
Kvota 2 er fyri teir umsøkjarar, sum ikki søkja inn við sínum miðalkarakteri.
Umsóknarfreistin við kvotu 1 til útbúgvingar í Danmark er framvegis - eins og valigt - hin 5. juli klokkan 11.











