Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík
Hvørjum skulu vit liva av, var umrøtt á fundi í vikuni fyriskipaður av Vinnulívsráðnum.
Vit hoyra dag og dagliga, at vit liva í eini broytingartíð av minst tveimum orsøkum: At fasta sambandi verður verðuleiki um stutta tíð, og at kappingin um fiskin bert økist. Veruleikin er longu nú, at stórur partur av fiski fer óvirkaður av landinum, og ringt er hjá flakavirkjunum at keypa fisk til virkingar.
Hvat hevur hetta við Klaksvíkar kommunu at gera? Og hvat hevur hetta við uppskotið hjá okkum um at byggja røktarheim at gera kann ein spyrja?
Jú tað hevur nógv við hetta at gera!
Býráðið og teir politikarar, ið har sita hava til uppgávu at síggja frameftir og skapa karmar, so fiskivinnuhøvuðstaðurin Klaksvík verður brynjaður at møta teim avbjóðingum, ið eru veruleikin í dag, og sum bert fara at økjast komandi árini. At skapa karmar fyri eitt nú vinnuna, hvat hevur tað við røktarheim at gera?
Vinnulívsmaðurin og ráðgevin úr Danmark greiddi frá, hvat var gjørt í Herning, tá teir mistu 6.500 ófaklærd arbeiðspláss til Eystureuropa. Har fóru tey saman til verka, kommunan, útbúgvingarstovnar og vinnan løgdu í felag eina ætlan, ið hevði við sær, at teir eftir 10 ár høvdu fingið 6.000 fólk í arbeiði aftur, og legg til merkis, í betri lønt størv millum annað innan eldraøkið.
Hetta kann ikki samanberast við Klaksvík, sigur onkur. Spurningurin er, hvat gera vit fyri at skapa karmar í Klaksvík, ikki um, men tá arbeiðsplássini innan fiskiídnaðin minnka? Bert JFK hevur hóast alt 450 fólk í arbeiði tilsamans. Fyrireika vit framtíðina? Skapa vit karmar? Ikki beint nú sigur meirilutin. Vit hava ikki ráð!!!
Hava vit ikki ráð til at skapa áleið 40 nýggj arbeiðspláss, tá ið vit fáa 15 mió frá landinum til at byggja fyri, minst 3 mió aftur í MVG, og allur raksturin verður goldin av landinum eini 10-15 mió? Og ikki at gloyma skattin av hesum lønum, ið fer í okkara kommunukassa. Hvat er tað fyri kor, vit í 2006 vilja bjóða okkara eldru borgarum sømir tað seg fyri eina Klaksvíkar kommunu ikki at vilja nøkta tørvin hjá okkara eldru borgarum??
Klaksvíkar kommuna var undangongukommuna, tá ið eldraíbúðirnar og Sambýli undir Heygnum var bygt. At byggja røktarheim undir Kráarbrekku og gera kjallarin undir sambýlinum til eitt virkissentur fyri eldri við ergo- og fysioterapi, so sum vit skjóta upp, vildi víst øllum Føroya fólki, at Klaksvíkin framvegis gongur undan.
Fígging ikki ein trupuleiki
Vit hava fleiri møguleikar at finna fígging til eitt røktarheim.
Býráðið hevur áður samtykt at læna pening til »serstakar« verkætlannir so sum handilsmiðstøð, ringveg, ítrott og mentannarhús!! Hvat við teimum eldru, ið eftir eitt langt arbeiðslív hava røkt fyri neyðini, kann tað at útvega teimum eitt røktarheims- pláss ikki kallast ein »serlig« verkætlan??
Býráðið hevði ráð til at yvirtaka barnaverndina uttan at hækka skattaprosentið við økta kostnaðinum. At framt hesa skattahækking kundi verið ein háttur at fíggja røktarheim við, so gekk tað ikki út yvir aðrar íløgur.
Ein triði møguleiki var eitt samstarv við hinar kommunnar í Norðoyggjum um hetta.
Samanumtikið er fíggingin ikki trupulleikin, men viljin at nøkta tørvin.
Aðrar raðfestingar
Vit mugu heldur byggja barnagarðar til øll tey, ið flyta til Klaksvíkar at arbeiða, so tey fáa børnini ansaði sigur meirilutin. Hvar skulu tey arbeiða, tá ongir karmar verða skaptir?? Allar kanningar vísa, at familjur flyta ikki til býir, har bert arbeiði er til mannin. Fyri mær gevur tað onga meining at brúka pening at fáa fólk at flyta til Klaksvíkar, um tað skal ganga útyvir okkara egnu borgarar.
Ein onnur grundgeving, ella rættari umbering hjá meirilutanum fyri ikki at søkja stuðul er, at hvørki Føroya Landsstýri ella nakar annar skal avgera, nær vit byggja røktarheim. Álvaratos, nær er Klaksvíkar kommuna vorðin undirbrotlig, at hon boyggir seg fyri tílíkum??
Uppskot frá minnilutanum
Vísa vit okkum sum »menn«, so gera vit vart við okkum, og søkja um stuðul at byggja røktarheim og viðgera treytirnar við landstýrismannin. Vit hava fingið váttað, at onki er í vegin fyri, at hesin leistur kann verða góðtikin sambært lógini um stuðul til røktarheimsbygging.
Okkara uppskot er tí framvegis, at vit senda eina umsókn um stuðul til 32 røktarheimspláss og greiða frá, at ongin møguleiki er at byrja í 2006, at projektering byrjar í seinnu helvt av 2007, og at vit byggja í 2008-09. So vísir Klaksvíkar Býráð í verki, at Klaksvíkar Kommuna er ein góð kommuna at búgva í eisini hjá eldri borgarum.
heima.olivant.fo/~eydgunn/
PAGE
PAGE 1