Umsíðir bragdaði

Tað hevur verið lítið um Kyndil seinastu vikurnar, men umsíðir eydnaðist at skava nøkur stig saman

Kyndil hevði ikki vunnið í seinastu 10 landskappingardystunum und­an vitjanini í Vestmanna í gjár. Sein­asta, Kyndil fekk fult, var tann 15. januar, tá botnliðið StÍF vitjaði í høll­ini á Hálsi.
Nú bragdaði aftur. Kyndils­kvinnur vunnu við trimum málum í ítróttarhøllini í Vestmanna í gjár. Úrslitið var 23-20.

Einki at spæla fyri
Dysturin var javnur allatíðina. Tað var ikki fyrr enn seinastu min­uttirnar, at Kyndil fór framum og fekk eina leiðslu, sum heimaliðið ikki kláraði at hótta.
Tað hevur darvað spælinum hjá bæði VÍF og Kyndil seinastu vik­urnar, at liðini hava einki havt at spælt fyri. Einasta avbjóðingin hevur verið at arga tey trý ovastu liðini, sum hava stríðst um finaluplássini. Tað hevur havt sína ávirkan á avrikini, og dagurin í gjár var einki undantak. Liðini fingu ongan­tíð veruliga ferð á spælið, og fleiri óneyðug mistøk vóru.