Umrøddu syrgiligu støðuna í Ukraina

ES-nevndarlimurin fegnaðist um fráboðanina úr Føroyum um, at landsstýrið tekur undir við revsitiltøkunum hjá ES.

ES-nevndarlimurin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, sigur, at ES virðismetir samstarvið við Føroyar.

Føroyski landsstýrismaðurin í handilsmálum, Jenis av Rana og ES-nevndarlimurin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, hittust í gjár á video-fundi, har teir umrøddu handilssamstarvið millum partarnar.

 

Syrgiliga støðan í Ukraina varð eisini umrødd, og ES-nevndarlimurin fegnaðist um fráboðanina úr Føroyum um, at landsstýrið tekur undir við revsitiltøkunum hjá ES.

 

Jenis av Rana og Valdis Dombrovskis viðgjørdu eisini ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt handilssamstarv við ES.

 

Ynskið hjá landsstýrinum er at tryggja føroyskum framleiðarum og útflytarum betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.

 

Jenis av Rana greiddi eisini frá ynskinum hjá landsstýrinum at menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við ES.

 

Valdis Dombrovskis staðfesti, at ES virðismetir samstarvið við Føroyar, og hann vísti á, at Føroyar eru millum mest týðandi útflytarar av fiskavørum til ES.

 

ES-nevndarlimurin í handilsmálum segði, at ES er sinnað at umrøða, hvussu handilssáttmálin millum partarnar kann mennast komandi árini.

 

Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, fegnast um samstarvið við ES og sigur, at Føroyar longu hava eitt tætt og fjølbroytt handilssamstarv við ES, sum kann mennast upp aftur meira.

 

- Hetta er eisini ein partur av ætlanini at tryggja eitt nútímans og virkið samstarv við Evropasamveldið á øðrum økjum, segði føroyski landsstýrismaðurin í handilsmálum eftir fundin.

 

##med2##

 

ES-nevndarlimurin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis, sigur, at ES virðismetir samstarvið við Føroyar.

Føroyski landsstýrismaðurin í handilsmálum, Jenis av Rana.