Samgongan hevur boðað frá, at tey hava sett sær fyri at fáa til vega føroyskan limaskap í handilssamstarvið EFTA, og á odda fyri tí arbeiðinum er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Tað arbeiðið er byrjað, og í gjár var landsstýrismaðurin í Oslo, har hann hitti Elisabeth Aspaker, norskan ráðharra fyri ES, EBS og norðurlandamálum.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið upplýsir á síni heimasíðu, at millum evnini, ið ráðharrarnir umrøddu, var føroyska ynskið um møguligan limaskap í EFTA og sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum.
Ráðið upplýsir eisini, at fundurin er tann fyrsti av mongum fundum, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, skal hitta starvsfelagar sínar í EFTA londunum, og greiða frá ynskinum hjá landsstýrinum um møguligan EFTA limaskap.