Sosialurin í Eysturoy
Strondum:
Tað verður vinningur fyri bæði Eysturoynna og Sosialin, at redaktión verður latin upp í Eysturoy, heldur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu. Tættari samband millum blað og lesara kann bara gagna báðum pørtum, sigur hann.
?Tað er greitt, at nærri tíðindamaðurin er okkum, betri verða vit lýst. Skjótari tað er at koma til tíðindini, skjótari verða tey skrivað, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, sum býður Sosialinum vælkomnum, nú hann flytur inn í Eysturoynna.
Vit hava mangan hug at halda, at øll tíðindi koma úr Havn. Tað er partvís eisini rætt, sigur Eivind Jacobsen, sum ikki ivast í, at einfalda grundin er, at har eru tíðindastovurnar, og haðani verður arbeitt.
Tá eitt blað skal skrivast, skal tað gerast skjótt, vísir hann á. Helst upp á ein fyrrapart. Og tá er skjótast at fara eftir tí, sum næst er. Tað vil í fleiri førum siga í og rundan um Havnina.
Nú tíðindasktovan letur uppí Eysturoynni, fer at vera líka skjótt at koma til tey tíðindi, sum eru at fáa her, vísir hann á, og so verða tey eisini skrivað upp á hendan sama fyrrapartin og prentað seinnapartin. Soleiðis koma eisini tey lokalu tíðindini í pressuna.
Vit síggja heilt greitt, at har sum blaðfólkini dagliga eru, tykjast flestu tíðindini vera at frætta, sigur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu. Tað kemur so aftur umráðnum til góðar. Tí hvørja ferð eitt stað verður nevnt í tíðindaflutningi, minnast fólk til, at tað er har. Samstundis koma tey eisini í tankar um, at einhvør fyritøka, sum selur tað ella tað, eisini er har, og kanska skuldu vit roynt at fingið tað, vit manglaðu í seinastu viku, haðani.
Upplýsingin um økið verður betri, og fólk fáa eina breiðari heildarmynd. Uppfatanin av, at alt hendir á einum stað, fer at broytast, meira tíðindini verða spjadd úr landinum, heldur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu.
Blaðnum kemur tað til góðar á tann hátt, at verður onkur lokalur nevndur, er heilt víst, at fleiri fólk fara at keypa blaðið fyri at síggja, hvat nú verður skrivað.
?Tað eru í grundini tær smáu søgurnar, sum bera tíðindaflutningin, sigur Eivind Jacobsen. Tí stórtíðindini eru bara ein partur av samlaða tíðindaflutninginum, og tey eru í grundini rættiliga sjáldsom, tá alt kemur til alt.