Umráðandi við nýggjum valevnum

Fólk skulu hava møguleikan at velja nýggj fólk í býráðið, og tí stilli eg upp, sigur Rani Nolsøe, sum tekur stigið inn í politiska heimin

Hann er helst best kendur sum gittarspælari, sangari og komponistur í tónleikabólkinum Frændur, men næstu vikurnar verður tað neyvan gittarin, sum hann fer at hava fremst í huganum.

Rani Nolsøe tekur nú stigið inn í politiska heimin, har hann skal royna at gera vart við seg og sín flokk til býráðsvalið í Klaksvík. - Tað er umráðandi, at fólk hava møguleikan at velja nýggj fólk í býráðið, og tí stilli eg upp, sigur Rani Nolsøe.

- Eg vóni, at fleiri nýggj fólk stilla upp til býráðsvalið, tí neyðugt er við nýggjum og frískum hugskotum í býnum. Tað er umráðandi alla tíðina at hava eina nátúrliga útskifting.

Rani Nolsøe verður eitt av valevnunum hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík. Flokkurin hevur í løtuni tveir limir í býráðnum, og teir skal flokkurin royna at endurvinna og kanska leggja afturat.


Orða greiðan politikk

Í tónleikabólkinum Frændur, har Rani hevur verið limur síðani bólkurin byrjaði, hevur politikkurin ikki verið goymdur av vegnum.

- Vit hava altíð gjørt og spælt tónleik við eini meining. Vit hava nøkur sjónarmið, og vit hava ført tey fram. Politiska medvitið hevur alla tíðina verið har, sigur Rani Nolsøe.

Og nú Rani skal seta orð á tann meira ítøkiliga politikkin, hann er til reiðar at føra, leggur hann dent á, at Klaksvík má orða ein greiðan politikk á teimum stóru økjunum.

- Vit skulu seta okkum greið og ábyrgdarful mál, sum skulu røkkast áðrenn næsta val. Tað mest týðandi er at Klaksvíkin satsar upp á sínar sterkur síður - fiskivinnuna og alingina, sigur hann.

Rani Nolsøe heldur, at fiskivinnan skal kunna lokka útbúgvið fólk, og at tað eisini skulu verða útbúgvingarmøguleikar innan fiskivinnuna.

- Men vit fáa einki sterkt samfelag, um ikki vit eisini dubba okkum á sosiala og mentunarliga økinum. Til dømis hava KÍ kvinnurnar júst vunnið greipuna. Eitt slíkt útslit gevur ítróttarfólkinum og okkum øðrum eina trúgv uppá, at tað loysir seg at virka her í býnum og at Klaksvíkin er rættað staðið at byrja í.

- Men vit megna ikki at skapa slík avrik í longdini, um tað sosiala lívið ikki eisini spælir við, til dømis við góðum og tryggum korum til okkara børn innan barnaansing og skúla. Tað vinnuliga, sosiala og mentunarliga hanga meiri saman, enn vit kanska til dagligt hugsa um.


Fyrireika seg til tunnil

Almennu myndugleikarnir ætla, at farast skal í gongd við ein undirsjóvartunnil til Klaksvíkar, tá Vágatunnilin er liðugur, og tað heldur Rani, at Klaksvík skal fyrireika seg til.

- Vit skulu hava ein undirsjóvartunnil, eingin ivi um tað, og tað er neyðugt hjá mentanarlívinum og handilslívinum at fyrireika seg til undirsjóvartunnilin, tí tað er á teimum økinum, vit koma at merkja fyrstu kappingina frá meginøkinum, sigur hann.

Og við eini greiðari hugsan um, at barnarøkt og eldrarøkt skal verða góð og virðilig, fer Rani Nolsøe nú undir valstríðið áðrenn býráðsvalið hálvan november.