Fyrsti kavin hevur longur verið, og nú heitir Ráðið fyri ferðslutrygd á allar bileigarar um at gera bilin kláran til veturin Í hesum sambandi vísir Ráðið á, hvussu umráðandi tað er fyri ferðslutrygdina at vera rætt skøddur, antin við vanligum vetrardekkum ella við píkadekkum, sum tað er loyvt at koyra við millum 16. oktober og 30. apríl.
- Fyri vanligar bilar, sum nýta píkadekk, er tað galdandi, at tað ikki er loyvt at koyra bara við tveimum píkadekkum, tí verða píkar settir undir, skal tað vera á øllum fýra hjólunum.
- Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá, at koyrt verður við summardekkum alt árið. Verða dekkini ikki skift hesa tíðina, eigur bilurin sjálvandi at verða standandi í ivaveðri, tað vil siga í kava og hálku, sigur Ráðið.
Mint verður eisini á týdningin av at kanna lyktirnar.
- Sum heild síggja fólk vánaligt í myrkri, og sjálvandi nógv verri enn um dagin. Tað er tí eisini umráðandi at fáa billjósini kannaði og stillaði rætt. Vandin fyri ferðsluvanlukkum økist nógv, um bilførararar í myrkri ikki síggja vegin ella ting á vegnum nóg væl.
At enda verður mælt til at kanna og um neyðugt skifta viskarabløðini og at fylla sprinklaravesku á, soleiðis at útsýnið er gott, eisini tá veðrið er ringt.