Umráðandi at barnið sleppur at ganga berføtt

Húðsansurin er eitt stórt sansaorgan, sum verður stimbrað, tá vit ganga berføtt. Húðin sendir boð til heilan um alt tað, sum vit merkja, tá vit nerta við okkurt, ella tá vit fáa ilt. Heilin skipar ta informatiónina, og sendir boð út aftur til kroppin.Um tað sum vit gera eydnast væl, so verða signalini positiv og vit fáa hug at halda á fram. Jú meir royndir vit fáa, jú meir verður tað automatiserað í heilanum, og tað skal tað blíva. Verður tað ikki tað, so mugu vit hugsa okkum um hvørja ferð vit gera okkurt. Tí er húðsansurin umráðandi fyri kropstilvitskuna, greiðir Olga K. Skorastein, ergoterapeutur, frá

 

 

 

- Ein veit bert, hvussu undirlagið er, har man gongur um man hevur royndirnar, og tí er tað umráðandi, at børnini fáa møguleikan til, at gera sær nakrar royndir, sigur hon.

 

- Tað er eisini í lagi, at summi børn ikki hava hug til at ganga í berum bibbum. Summi vilja heldur eygleiða, og tað má man góðtaka. Tað er tó gott at eggja teimum til at royna seg, sigur hon. 

 

Sum foreldur kunnu vit raðfesta túrar í haganum, fjøruni og ymiskum øðrum ójøvnum lendi, og vit kunnu minnast til at lata barnið royna seg sjálvt.

 

 

- Tað er í lagi, at barnið dettur, og at tað reisur seg upp aftur uttan hjálp, sigur hon

 

 

Les meir um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum verður at fáa í sølubúðum kring landið í morgin