Ummælari viðmerkir: Sjálvt um tónleikurin er gamal, eru tíðirnar nýggjar...

- Høga raðfestingin á Nýggjárskonsertini av russiskum verkum og russiskari úttalu undraði meg sára.

Mynd: Álvur Haraldsen

Tann árliga Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur varð framførd í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá konsertin varð sjónvarpað í allar stovur. Sjónvarpssendingin var væl skipað. Tað var ein sonn fragd at hyggja og lurta at vøkru konsertini við væl uppløgdum vertum, dugnaligum sangarum og tónleikarum og framúr fínum framførslum hjá solistum, orkestri, kóri og dirigenti - hetta er av sonnum okkara besta nýggjárstraditión, tá vit fegnast um, at vit eiga eitt symfoniorkestur í Føroyum. Aftaná framførslurnar hevur kjak tikið seg upp um skránna á Nýggjárskonsertini.

 

Spurningurin um hvørt vit kunnu loyva okkum at brúka og njóta tann fantastiska russiska tónleikin og ta framúrskarandi russisku listina í skugganum av russisku hertøkuni av Ukraina, hevur verið frammi síðani kríggið byrjaði. Í fyrstani vóru nógv, sum konkluderaðu, at vit mugu halda fram at framføra russiska tónleikin av teirri sjálvsøgdu orsøk, at hann er skaptur langt áðrenn Putin invaderaði Ukraina. Onnur halda, at list og politikkur eiga ikki at verða blandað saman og at list eigur at verða mett nógv hægri og langt omanfyri slík politisk atlit. So líðandi eru alsamt fleiri orkestur, ensemble og stovnar farin at raðfesta annan tónleik enn tann russiska. Øll tosa ikki líka hart um tað; tey velja bara annan tónleik. Í Russlandi brúkar Putin seg um óndsinnaða amerikaniseraða cancelkulturin og brúkar hann sum dømi um hvussu umheimurin tíggjar sær motiveraður av óskiljandi og ørligum hatri mótvegis Russlandi.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen, ummælari, millum annað í viðmerking á listaportal.com. 

 

Tvístøðan millum etikk og estetikk er elligomul og afturvendandi - vit taka støðu til hana í heilum. Spurningurin í hvønn mun tað ber til at njóta list hjá óflýggjakroppum er javnan frammi. Í filminum hjá Woody Allen, Murder Mystery on Manhattan fær problematikkurin eina eitt sindur stuttliga vend, tá karakterurin hjá Woody Allen, Larry Lipton kurteisliga greiðir frá, at einki er galið við Wagner sum so - tað er bara tað, at tað ber illa til hjá honum at lurta eftir Wagner uttan at fáa eina ávísa trongd til at hertaka Pólland.

 

Mær dámar væl bæði Wagner og Woody Allen og haldi ikki ikki, at tað finst nakað einfalt svar, nakað antin ella. Men sjálvt um eg ivist og ikki taki undir við sonevndari cancel-mentan, so má eg viðganga, at høga raðfestingin á Nýggjárskonsertini av russiskum verkum og russiskari úttalu undraði meg sára, skrivar Kinna Poulsen millum annað, og øll viðmerkingin kann lesast á www.listaportal.com

 

Mynd: Álvur Haraldsen