G! Festival
Rógvi Borðoy og Johan Jacobsen
Eivør Pálsdóttir
Við fólkakærum songum sum ?Saknur?, ?Mær leingist? og ?Send me the pillow that you dream on?, var tað ikki ringt at vinna hjørtuni hjá lurtaraskaranum. Eivør hevði við sær ein kontrabassist, sum var sera stabilur og gav ein góðan og sterkan botn. Framførsla teirra var av einari góðsku, at tað mundu vera nógv, sum fingu gásarhold, tá hon við stórum sjálvsáliti, og tó eyðmýki og ró fangaði oyruni á lurtarunum. Eivør Pálsdóttir hevði eina ta bestu framførsluna sum var á Sandinum, og millum lurtararnar hoyrdist nógv tos um, hvussu frálík hon var. Hon er bert 19 ár, og tulkar løg sum hevði hon nógv ár á baki sum tónleikari. Toppkarakter til Eivør.
Hanus G. Johansen:
Vit føroyingar kenna hann væl, og vita hvat vit fáa á einari konsert hjá Hanusi. Hann var betri fyri enn nakrantíð á Spæliplássinum í Gøtu, og hann fekk beinanvegin eina góða kontakt við lurtararnar, sum sungu við nærum alla tíðina. Hanus G. Johansen hevur vunnið hjørtuni hjá teimum ungu eisini, og tað sama við útlendingunum, sum hoyrdu hann. Hanus strálaði av sjálvsáliti og spæligleði. Hann sang teir best kendu sangirnar sum ?Átjan? og ?Saknur?, og hóast hann gloymdi tekstin til eitt kvæði, hann sang, var tað ikki ein forðing, heldur gjørdi tað huglagið á konsertini meir heimligt og náttúrligt.
Glorybox:
Ljóðið á hesari konsertini var ikki av tí besta. Tað var heldur runut, tíverri, og tað gjørdi upplivingina av bólkinum heldur veika. Sjálvum tónleikinum var tó einki galið við. Sangirnir vóru ógvuliga orkufullir og tíðum dreymakendir. Glorybox skifti ofta tempo í sangunum, og tíverri gjørdist flowið tíðum oyðilagt av tí. Sangarinnan hevur eina góða og heldur smædna rødd, og saman við føroyska gittarspælaranum sang hon duettir, sum virkaðu sera væl. Eitt tiltak á pallinum, ?wall of sound? ella ljóðmúrur, riggaði sera væl. Tað virkaði við at allir tónleikararnir í bólkinum stillaðu seg fremst á pallin at halda gang við teirra ljóðførum. Glorybox eru ikki bangin fyri at royna nýggj mørk innan tónleikin.
Bomfunk MC?s:
Hetta var nakað í serflokki, má sigast. Bomfunk MC?s kenna seg heima á einum palli, og teir vita júst, hvat skal til fyri at fáa fjøldina í gongd. B.O.W., sum forsangarin kallast, fekk lurtaraskaran til at veittra, rópa og hoppa í takt, og kontaktin var sera góð millum bólk og fólk. Tá teir komu inn at spæla eykalagið ?Freestyler?, kom B.O.W inn í einari HB-troyggju, og tað fekk í hvussu so er lurtararnar til at koma við teirra meining um HB, antin tað var gott ella ringt. Tónleikaliga eru allir limirnir í Bomfunk MC?s serstakliga góðir. Serliga vóru tað trummur og bassur, sum stuðlaðu hvørjum øðrum væl. DJ-arin var ikki verri, og ein solo frá honum fekk rættiliga ryst fólkini í gongd. Breakdansararnir vóru sera góðir, og vístu næstan akrobatisk evni. Teir vóru í serflokki, finsku úrmælingarnir.
Gestir:
Vinnararnir av Prix Føroyum vóru í essinum leygarkvøldið á Sandinum í Gøtu. Teir vóru sera móðir, tí teir hava fyrireikað sjálvan festivalin, men tað hoyrdist als ikki á framførslu teirra. Gestir eru sera væl samanspældir, og teir yvirhála hvønn annan tónlistarliga. Serliga má Tórfinnur, gittarleikarin, takast fyri fult, og hann dugir sera væl at skapa eitt sorgblítt huglag. Kontaktin til fjøldina var ikki líka góð sum hjá øðrum bólkum, men hinvegin spæla Gestir heldur ikki sama slag av tónleiki sum aðrir bólkar. Framførslan var einar 10 minuttir ov sein av tekniskum orsøkum, og ein lítil pausa var eisini av somu orsøk. Hetta er ein bólkur, sum vit fara at hoyra nógv til í framtíðini.
Rúnar:
Við einari hárfínari rødd legði Rúnar sítt sangtilfar fram fyri áhoyraran. Røddin var sjarmerandi, ein kundi trúð hon fór at knekka hvørja løtu, hetta legði nakað afturat tí intensiva dimensjónina av framførsluni. Tekstirnir vóru á enskum og snúðu seg m.a. um kenslur og kærleika, hetta var sungið inniliga og varkurt.
Fleiri av løgunum vóru spennandi, men hetta var tó ikki nokk til at halda sjónina og hoyrnina støðugt festa á tað sum kom av lítla pallinum á spæliplássinum. Ein fekk eina kenslu av endurtøkum og røddin byrjaði at líkjast einum amerikanskum sentimentalum rokksangara av grungebylgjuni, sum t.d. Grand Lee Buffalo, frá fyrst í 90´unum og stílurin var nokk merktur av Jeff Buckley. Hetta eru jú góð nøvn, men tað er ikki gott nokk bara at líkjast. Nú fari eg kanska illa við manninum, tí framførslan í Losjuni hóskvøld eydnaðist nógv betri. Umstøðurnar vóru kanska nógv betri, ljóðið var betri og tá fekk hann eisini meiri samband við áhoyraran.
K-System:
Kimmo kauppinen, 23 ár, sum er kjarnin í K-system, hevur verið í gongd í níggju ár, harav hevur hann brúkt egnan tónleik í sjey ár. Hann kemur frá býnum Haameenlina, ein býur uppá eini 50.000 íbúgvar. Hann sigur, at tónleikurin snýr seg um orku, so fólk hava okkurt at dansa til. Hesin hevur fingið nógva viðurkenning í Finnlandi og tað sær út sum um, at eitt størri gjøgnumbrot er nærri - nú aftaná 9 ár. Fyri stuttum spældi hann fyri 11.000 russum í eini ísskoytihøll í Sankta Pætursborg.
Øll manningin, filmsmenn, model og umboðsmaður siga seg vera sera bergtikin av Føroyum.
-Hetta er eitt eksotiskt land tit hava her, sigur Kimmo.
Spurdur um hvussu móttøkan hevur verið svarar Kimmo, at tað heila hevur verið professionelt fyriskipað.
-Vit hava havt tað sera gott her. Eingin trupulleiki og øll hava verið sera blíð.
Ein fløga er komin og næsta fløgan er á veg frá K-System, stakfløgan kemur fyrst í august, tað er nokk í hesum sambandinum at sjónbandalagið, sum teir so dúgliga hava tikið upp her á klettunum, fer at verða víst. Og teir vænta, at tað í hvørfalli kemur á MTV Nordic.










