Nógv hevur verið tosað um fyrstu fløguna hjá unga danska stjørnuskotinum Martin Hedegaard - men ikki allir ummælarir hava havt góð ting at siga um hana. Tá ið fyrsta fløgan ?Show the World? hjá nýggju donsku songstjørnuni Martin Hedegaard kom út í farnu viku, vóru allir danskir ummælarir klárir til at siga teirra meining um fløguna.
Ummælini av fløguni hava verið sera ymisk ? summastaðni hevur hon bert fingið tvær stjørnur, meðan hon aðrastaðni hevur fingið heili fimm stjørnur.
Á væl umtóktu tónleikaheimasíðuni gaffa.dk tóktist ivi tó at vera um hvussu nógvar stjørnur, fløgan skuldi fáa, tá ið ummælarin Sohail Hassan skrivaði um fløguna á heimasíðuni. Í byrjanini gav Hassan fløguni fimm stjørnur, men eftir nakrar tímar løgdu nakrir lesarir til merkis, at ummælið av fløguni hjá Martin varð broytt og at hann nú bert stóð til at fáa fýra stjørnur.
Fleiri lesarir ilskaðust um hetta ? summi, tí Martin eftir teirra meining ikki átti at hava fingið fimm stjørnur og summi, tí at teir ikki hildu, at man átti at kunna broyta ummælið av eini fløgu.
Sjálvur sigur Hassan, at tað bert var ein villa, sum hann ikki legði til merkis fyrr enn nakrir tímar seinni. ? Tað var ein stórur feilur frá mínari síðu ? og serliga, tá ið so nógv fólk hava viljað lisið mítt ummæli av fløguni. Sovorið skal helst ikki henda.










