Ummælari ovfarin av Scorpions-fløgu

Týski rocbólkurin Scorpions hevur júst givið út nýggja fløgu, og tað er ikki hissini ummæli, sum fløgan fær.

Ummælari hjá danska blaðnum BT heldur, at talan er um bestu fløguna hjá Scorpions í 20 ár og gevur henni 5 stjørnur.

Nú hevur tónleikatíðarritið Gaffa eisini ummælt fløguna Humanity Hour 1, og ummælarin hjá blaðnum sigur seg vera ovfarnan av útgávuni. Hann kallar hana ársins positiva yvirraskilsi og gevur henni fimm av seks stjørnum

Hetta skrivar Summarfestivalurin á heimasíðu síni, har týski rockbólkurin eisini verður at hoyra seinni í ár.