Ummælarafundur í Art

Nú sunnudagin klokkan 16 verður almennur fundur í Art í Margarinefabrikkini í Havn. Fundurin snýr seg um at ummæla og verða ummældur.

Almennur fundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Tað er leiðarin á ART, sum stendur fyri Áhugafelag Rokktónleikaranna, Karl Anton Klein, sum hevur tikið stig til henda heldur óvanliga fundin.

Hann sigur við Planet.fo, at orsøkin til, at hann hevur kallað inn til slíkan fund, er at seta fokus á tað at ummæla og tað verða ummældur í "fordómsfríum høpi" sum hann tekur til. Karl Anton, sum sjálvur hevur ummælt fleiri tónleikatiltøk í Sosialinum í seinastuni, hevur fingið bæði rís og rós fyri sína skriving. Eitt nú hevur tað gingið hart á á kjak.fo, har ikki øll hava verið so samd og fegin um tað, sum Karl Anton hevur skrivað.

Eg haldi, at ein ummælari má standa fríur og skriva júst tað, sum hann heldur. At tað so gongur onkrum ov nær av og á er bara ein náttúrligur partur av einum livandi kjaki. Tey, sum verða ummæld skulu fyri tað fyrsta vera fegin um, at onkur tímir at lurta eftir teimum og hava eina meining um tað tey framføra.

Fyri at fáa eitt breidd og gott kjak um hetta at ummæla og verða ummældur verða fleiri ummælarar við á fundinum sunnudagin. Teirra millum Jón Tyril oa. Karl Anton sigur við Planet.fo, at øll eru vælkomin og ikki minst tey, sum ummæla tónleik í føroysku miðlunum.