Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Vága Floghavn var úti á midnátt í gjárkvølið, hevði nevndin í felagnum fingið umleið 60 umsóknir. Tað upplýsir Kringvarpið í morgun.
Sambært Regini Hammer, nevndarformanni í almenna partafelagnum, eru umsøkjararnir bæði úr Føroyum og útlondum.
Søkt verður eftir nýggjum stjóra aftaná at Gudny Langgaard, sum 1. mai 2018 tók við eftir Jákupi Sverra Kass, segði seg úr starvi fyrr í mánaðinum. Gundy Langgaard fer aftur í hennara gamla starv sum stjóri í Nema|Hey.
##med2##
Gudny Langgaard sat ikki leingi í stjórasessinum
Tað verður ein setanarbólkur, mannaður av nevndarlimum í felagnum, ið setir nýggja stjóran í Vága Floghavn.

Umleið 60 fólk vilja stjórna flogvøllinum













