Longu í 80'inum sendi Landsjúkrahúsið fólk niður til Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri barnloysi. Sokallað reagensglas bleiv ein møguleiki hjá teimum, ið ikki kundu fáa børn á vanligan hátt.
Nú eru hættirnir at fáa børn uppá gjørdir enn betur, og nógv av teimum barnleysu fáa hjálp ídag.
Tað sum vit gera her í Føroyum er at kanna, hvat er galið. Tað er ofta eitt av hesum trimum tingum sáðgóðskan hjá manninum, hormonjavnvágin hjá kvinnunum ella eggjaleiðarin sum er ov trongur, sigur Turid Holm.
At kanna sáðgóðskuna er lætt, tað er bara hjá manninum at geva eina sáðroynd, og so hyggja laborantar eftir rørsluni og mongdini av sáðkyknum.
Hormonjavnvágin er eisini rímuliga løtt at kanna. Kvinnur kunnu taka temperaturin hvønn morgun fyri at síggja, um eggloysing er, og eisini verður ein blóðroynd tikin.
Fyri at síggja, um eggjaleiðarin er ov trongur, gera læknarnir eina soðkallaða kikaraoperatión og síggja tá, um væta rennur ígjøgnum eggjaleiðararnar frá eggrótini til lívmóðrina.
Vit tosa eisini við pørini og hyggja at teirra sjúkrasøgu, sigur Turid Holm.
Hjá einum triðingi av pørunum liggur feilurin hjá kvinnuni, ein triðingur hjá manninum og ein triðingur er hjá báðum.