Umhvørvisvirðisløn skal latast onkrum ið hugsar um burðardygga bygging

Virðislønin er 300.000 krónur

(Mynd frá Norden.org: Ted Lindroos / Midjourney AI genererad bild)

Ársins umhvørvisvirðisløn hjá Norðurlandaráðnum verður í ár oyramerkt til burðardygt byggjarí.

 

Virðislønin er 300.000 krónur og verður latin onkrum í Norðurlondum, sum hevur gjørt okkurt serligt til frama fyri menningini av einari burðardyggari byggivinnu.

 

Almenningurin kann koma við uppskotum frá í dag av og inntil 30. apríl. Tað kunnu vera eitt nú fyritøkur, felagsskapir ella einkultpersónar

 

Les meira á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum her.

 

(Mynd frá Norden.org: Ted Lindroos / Midjourney AI genererad bild)