Í ár varð stuðul latin til 4 verkætlanir, sum á onkran hátt menna vitanina um umhvørvi og umhvørvisviðurskifti, sum virka dálkingarfyribyrgjandi, tilfeingissparandi og sum eru við til at verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg.
Á evniskvøldinum, sum var í veitsluhølunum Broncks í kvøld varð Umhvørvisstuðulin latin, umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu, Grøna gávan frá Etika og Grøna gávubrævið frá Nema.
URT fekk grønu virðislønina
Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu 2023 verður latin URT fyri nýhugsan innan gagnnýtslu av føroyskum náttúrutilfeingi. Durita Hansen, sum er kvinnan handan URT, hevur kannað og funnið fram til ein hóp av føroyskum urtum – fleiri, sum vit fyri tað mesta uppfata sum ókrút – sum eru fullar í vitaminum, anitoxidantum og øðrum gagnligum og sum ikki minst smakka væl. Hesar urtirnar, sum hon heintar (við loyvi) í føroysku náttúruni, setir hon saman við urtum, sum hon sjálv dyrkar, og ger té. Eitt stuttflutt alternativ til Typhoo og Tetley.
Fýra verkætlanir fingu umhvørvisstuðul
Stuttflutt tilfeingi, við Gunvør Hofgaard, Lítliskúli
Ein spennandi verkætlan, sum lærir børn og vaksin at gagnnýta stuttflutt tilfeingi.
Lítliskúli fer at fáa ein matligan skúlagarð, har ið børnini millum annað fara at gera kompost, velta grønmeti og planta berjarunnar.
Hvørja viku hevur Lítliskúli ein útidag og ætlanin er at brúka onkran av hesum á seiðabergi.
Alt tilfeingið verður so brúkt í matarskipanini og í køkundirvísingini á Lítlaskúla.
##med2##
Byggitilfar, við Niels Mellemgaard
Ein spennandi verkætlan, sum gevur borgarum møguleikan, at keypa og selja byggitilfar á serstakari heimasíðu.
Ætlanin er, at borgarar skulu kunna fara inn á heimsíðuna og leita eftir tilfari teimum manglar, samstundis sum borgarar og fyritøkur eisini kunnu selja avlopstilfar á síðuni.
Hugsað verður eisini um byggitilfar sum stavar frá niðurtøku ella umbyggingum.
Hetta fer vónandi at føra við sær, at meira byggitilfar verður endurnýtt og minni verður innflutt.
##med3##
Rudda Føroyar
Vit flyta okkum nærri einum ruskleysum høvuðsstaði, við Rudda Føroyar
Ætlanin er at skipa fyri einum stórum ruddingardegi tann 16. september, har ið málið er at fáa 2000 fólk í øllum aldursbólkum, saman við politikarum, at rudda býin.
Stuðul verður latin til at framleiða ein stuttfilm, sum skal fáa fólk at steðga á og ásanna, hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll gera okkara, fyri at halda høvuðsstaðin ruddiligan.
##med4##
Náttúruráðstevnan 2023, við FNU
Ætlanin er at halda eina Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum seinni í heyst.
Náttúruráðstevnan skal millum annað lýsa, hvat borgarar og fyritøkur kunnu gera fyri at liva og virka meira burðardygt.
Ætlanin er at náa so nógvum málbólkum sum møguligt, so har verður okkurt til bæði børn og vaksin.
##med5##
Grøna gávan frá Etika 2023. “Spírar & Sporar”
Grøna gávan er í ár 48.560kr og verður latin Spírar og Sporar fyri teirra framsøkna arbeiði við at veita føroyingum stuttfluttar matvørur. Spírar og Sporar nýta væturøkt (hydroponics) til at dyrka alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum. Nógvur smakkur er í, haldførið er langt og alt er framleitt uttan eiturevni.
##med6##
Grøna gávubrævið frá Nema varð latið Skála skúla
##med7##