Umhvørvið í Klaksvík

Góði veljari

Slagorðið hjá Klaksvíkar Kommunu er: “Reinur og fríður, Klaksvíkar býur”. Tíverri hevur býráðið, eftir mínari fatan, ikki livað upp til hetta slagorð seinastu árini, tí ruddingin hevur ikki verið nóg høgt raðfest.

 

Vit eiga nú at uppraðfesta ruddingina av býnum. Vit eiga at hava eina viku, har rudding av kommununi er í miðdeplinum. T.d. kundu vit skipað fyri felags rudding av ávísum økjum. Felagsskapir og einstaklingar kundu eisini søkt stuðul frá kommununi til at gera ymisk tiltøk/verkætlanir, sum hava við umhvørvið at gera. 

 

Tað eru nøkur vinnu økir, sum eru sera óruddilig í kommununi, t.d. gamla ruskplássið við Norðhavnina,  økið sunnan fyri bátahylin í Borðoyarvík og økið sunnanfyri Oyri. Vit mugu gera meira fyri, at slík økir verða ruddað.

 

Í Klaksvíkar Kommunu eru dugnalig starvsfólk, sum gera ein innsats innan ruddingina. Ruddingin er skipað í økjum, t.d. í stadionøkið, grøn økir og tekniska økið. Ruddingin á hesum økjum er raðfest ymiskt, og tí kemur fyri, at órudd fýkur millum økini. Eg haldi, at ruddingin átti at verið samskipað, soleiðis at tað vóru somu starvsfólk, sum høvdu við alla ruddingina í kommununi at gera.

 

Um vit ynskja eitt reinari umhvørvi, so er neyðugt at økið verður uppraðfest. Tað vil eg virka fyri, um eg verði valdur í býráðið. 

 

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins