Umhvørvisvinarligar vørur til føroyingar

Trond International hevur umhvørvisvinarligar vørur í hópatali at bjóða føroyingum. Í hesum døgum ferðast fyritøkan kring landið Mangar av vørunum, ið vit nýta í gerndisdegnum, eru als ikki gagnligar fyri umvørvið og náttúruna. Hinvegin eru fleiri vørur beinleiðis skaðiligar, tá tær koma í frárenslini og í náttúruna, har tær drepa alt, ið fyri er.

Í hesi ásannan er Trond International við Sonju og Tróndi Fuglø í hesum døgum á ferð kring landið við ymsum náttúruvinarligum vørum, ið ikki skaða umhvørvið á nakran hátt.

Oda Fuglø vísir dyggiliga útsenda frá Portalinum, tá hesin vitjar framsýning teirra, hvussu t.d. vaskievni, ið er organiskt og tískil niðurbrótiligt í náttúruni, kann vera minst líka gott, sum onnur vaskievni, ið eru kemiskt framleidd, og sum tessvegna oyðileggja í náttúruni.

T.d. SA8 vaskievni, ið tekur burtur olju og skósvertu, uttan minsta trupulleika. Og so við køldum vatni. Og tá ein so vaskar klútin aftaná í sama kalda vatninum, so verður eisini klúturin reinur eftir lítlari løtu, ið ongin skón av feitti sæst í vaskiskálini heldur, tí alt er burtur og niðurbrotið.

Talan er um alskyns vaskievni, ið er at fáa og alt er umhvørvisvinarligt, organiskt og niðurbrótiligt.

Vørurnar hava fingið fleiri umhvørvis viðurkenningar og keypir ein hesar vørur, so er ein eisini við til at stuðla barnahjálpiarbeði hjá Unicef.

Umframt veskievni av ymsum slag, so umboðar Trond International eisini vørur av sama slag innan smyrsl, kropsrøt, vitaminir og mineralir.