Umhvørvisvikan byrjar mánadagin

Árliga umhvøvisvikan hjá Tórshavnar kommunu, sum eftir hondini hevur nøkur ár á baki, byrjar mánadagin 6. mai.

Sjálv setanin verður við Býlingshúsið á Norðasta Horni, har forkvinnan í teknisku nevnd, Elin Lindenskov, setur umhvørvisvikuna. Býráðslimir platna trø, og aftaná verður boðið til kaffi og køkur.

Síðani verður skipað fyri tiltøkum restia av vikuni, og stóri ruddingardagurin fyri skúlar, virkir og stovnar verður týsdagin 7. mai. Har verður møguleiki t melda seg til eitt lutakast, har 20.000 krónur verða lutaðar burtur milum tilmeldaðu luttakararnar.

Stóri almenni ruddingardagurin, har eigarafeløg, ítrórrafeløg, skótar og øll onnur luttaka. Eisini her ber til at melda seg til og verða við í einum lutakasti um 20.000 krónur.

Skipað verður fyri fleiri øðrum tiltøkum í umhvørvisvikuni, og skráin er at síggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo.