Umhvørvisvernd er eitt krav

Katrin Dahl Jacobsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá løgtinginum, undrast stórliga á, at virkir, sum eru eldri enn 1988 kunnu dálka sum teimum lystir. – Innast inni trúgvi eg, at tað er ein vilji til at broyta hetta, sigur forkvinnan í Vinnunevndini

Hósdagin í seinastu viku skrivaði Sosialurin um, at síðani lógin um umhvørvisvernd varð sett í gildið í 1988, hevur tað verið soleiðis, at bara virki, ið eru nýggjari enn, ella eru broytt síðani 1988, eru umfataði av lógini um umhvørvisvernd. Virkini talan er um, eru virkir av serliga dálkandi slag, so sum asfaltverk, skipasmiðjur, sementvirkir og so framvegis. Annika Olsen, landsstýriskvinna, varð spurd, um hon fór at gera nakað við hetta, men tí roknaði hon ikki við og grundgav við manglandi politiskum vilja.

Hetta undrar Katrina Dahl Jacobsen.

- Eg veit ikki, hvør er spurdur um politiska viljan. Eg haldi, at øll innast inni hava ein vilja til at broyta hetta, sigur forkvinnan í Vinnunevndini. Hon leggur afturat, at hon ikki veit, um politiskur vilji er fyri at broyta hetta, men hon ætlar sær at kanna, hvat hetta í veruleikanum handlar um.


Óskiljandi hugsunarháttur

Katrin Dahl Jacobsen skilur heldur ikki, at mann uttan at blunka kann siga, at mann ikki ætlar at gera nakað.

- Eg skilji ikki eina meining, har mann bara kann siga, at mann ikki ætlar at gera nakað. Sjálvandi skulu øll virki framleiða so reint sum til ber, sigur Katrin Dahl Jacobsen. Hon leggur afturat, at dálking stendur ovarlaga í heiminum í dag, og tí eigur mann at halda fingurin á pulsinum, tá talan er um dálking. Hon greiðir somuleiðis frá, at hetta ikki er nakað, ið skal diskuterast, men at tað bara skal gerast.


Geva tíðarfreist

Katrin Dahl Jacobsen vísir tó á, at kanska hevur okkurt við tíðarfreistum nakað at siga, tí tað kann taka tíð, at gera neyðugu umleggingarnar, men at tað tykist løgið, at summi virkir kunnu dálka sum tey vilja, meðan onnur skulu uppfylla ymiskar treytir.

Í blaðnum hósdagin kom eisini fram, at mann ikki veit, hvussu stórar nøgdir talan er um, tí tað ongantíð hevur verið kravt, at hetta varð kannað. Eisini segði Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, at um tað verður sett í gildi, at virkir eldri enn 1988 skulu kannast, so hevði hetta kostað eini tvey starvsfólk til Umhvørvisstovuna.