Umhvørviseitur órógvar

Kanningar vísa, at ”siloksanar” í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo-fjørðinum. Evnið finst eisini í toski, sum er veiddur við Bjarnoynna

Noreg

 

Herfyri boðaði statsliga norska dálkingareftirlitið (SFT) frá, at stovnurin stúrir fyri umhvørviseituri, sum er funnið í eitt nú toski.

Evnið, sum talan er um, verður rópt ”siloksanar” og verður brúkt í ymiskum brenni, bilvoksi, kosmetikki og reingeringsevnum.

Vandi er fyri, sigur SFT, at eiturið í havumhvørvinum økist, sum árini ganga.

Tað eru nýggjar frágreiðingar, sum hava fingið Statens Forurensningstilsyn í Noregi at rópa varskó.

Tað vísir seg nevniliga, at ”siloksanar” í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo-fjørðinum. Og ikki bara í Oslo-fjørðinum, men eisini aðrastaðni, eitt nú við Bjarnoynna er eiturið staðfest í fiski.

- Staðfestingin er álvarsom, tí mett verður, at hetta evnið kann hava umhvørvisskaðilig árin á fiskin, sigur verkætlanarleiðarin hjá SFT, Ola Glesne.

Hann sigur, at nøgdir av ”siloksanar”, sum eru funnar í fiski, eru órógvandi.

- Hetta umhvørviseitur kann ávirka ymiskar organismur, sum liva í vatni, sigur hann.

Royndir, sum tiknar eru úr toskalivur innarliga í Oslo-fjørðinum, vísa, at títtleikin av ”siloksaner”, er nógv størri, enn royndir úr toskalivur hava víst aðrastaðni.

Tað vísir seg, at heldur ikki polar-økini sleppa undan hesi dálking. Kanningar vísa nevniliga, at nøgdin av ”silopsaner” í kópi við Bjarnoynna er størri enn í kópi, sum livur í donskum sjógvi.