Árligi umhvørvisdagurin hjá Nes kommunu verður í morgin, leygardagin 30. apríl. Byrjað verður klokkan 9.30. Tey, sum ætlar sær við til dagin, møta við Tofta skúla í morgin klokkan 09.30, har fólk fáa posar og handskar. Síðan verður farið at rudda í bygdunum.
- Men tað er ikki neyðugt at møta við skúlan, tí fólk kunnu eisini byrja at rudda í grannalagnum, har tey búgva, sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.
Umleið klokkan 12 verður felags tiltak á havnalagnum við sangi og mótasýning. Eisini verður okkurt til matna, og borgarar fáa plantupakkar.
Nes kommuna, sum skipar fyri tiltakinum, vónar, at fólk møta fjølment til umhvørvisdagin í morgin.