Kommunustjórin í mentamálum í Tróndheim kommunu - Gerhard Dalen helt fyrilestur í Býráðshøllini í Klaksvík hóskvøldið 19. juni 2008 undir heitinum: Listalig prýðing í tí almenna rúminum! Gerhard Dalen hevur lisið tónleikavísindi við lærda háskúlan i Oslu, og er ein góður fyrilesari.
Sjáldan hoyrir tú so mergjað orð í so vælvaldum lýsingum um list og tess týdning í upplivingum, sum hetta kvøldið, har Gerhard Dalen nam við, hvussu stóran týdning listin hevði fyri okkum øll. ”List skal upplivast og ikki bert skoðast”, sum vit flestu gera. Tróndheim er ein livandi býur við 145.000 íbúgvum, har listalig hugtøk eru gróðursett í barnagørðum, skúlum, heimum t. d. fyri minni ment, kommunalum bygningum uttan og innan. Í okkara huga vaks fram eitt framkomið samfelag, har æstitikkur í hugsan og verumáta nam við upplivingar hjá øllum aldursbólkum í samfelagnum í samband við listprýði, sum vóru víða um í hesum staði. Serliga útilistin var hugtakandi.
Peter Bastian
Danski tónleikaheimsspekingurin, fysikkarin og tónleikarin Peter Bastian(1943) nemur við hugtakið list í tíðarritinum, Billedpædagogisk tidsskrift 1996 í sera forvitnisligumn vendingum. List er ikki, men ta løtu, tá ið áskoðarin fer og hyggur at listini, og tekur hana til sín, hendir nakað við honum og listini. Ein sákykna er ikki lív, men ber í sær møguleika fyri lívi. ”Objektið” er sáðkyknan, og ”subjektið” er eggið. Vit eru objektið og myndin er subjektið.Tá ið sáðkyknan kemur í samband við eitt burðardygt egg, kemur lív í. Eitt listaverk er ikki . Ikki fyrr enn verkið møtir einum áskoðara, kemur lív í. Tá ið vit nøra um okkara fruktagóðu, listaligu hugtøk t. d. í útilist, mennir hetta okkara tilvit um listina og umhvørvið (tóma rúmi). Eisini kveikir hetta okkara kensluligu fatan av okkum sjálvum í mun til umhvørvið. Hetta segði t. d. Gerhard Dalen fleiri ferðir í sínum fyrilestri í ymiskum vendingum.
Ein troyggja – eitt træ
Hetta hugtók okkum at flyta myndina av vegginum út ímillum fólk - gera instalatiónir, har listin bleiv partur av okkara lívi og medviti. Eitt listafólk hevði latið eitt træ í eina troyggju í einum barnagarði í Tróndheimi. Tey vaksnu hildu hetta vera ørt, yptu øksl og sóu hetta sum nakað tvætl, men børnini hildu: ”Sjálvandi skuldi træið latast í!” Lummar vórðu niðast við, so børnini løgdu sínar smálutir í troyggjuna. Børnini áttu listaverkið, áttu troyggjuna, sum var í ymiskum litum. Lítli lutur teirrra, sum goymdi seg í troyggjuni, hevði tað gott eins og staraungi í búri. Troyggjan bleiv eitt listaligt heim, har barnið í síni livandi verð vendi aftur til eitt listaligt upphav, sum var teirra. Tá ið svá er, ert tú komin langt ávegis í listaligari fatan – títt tilvit er skýrt í djúphugsni í einum barnalund í einum listaligum hugtaki. Hetta er tað vakra við listini.
Heim fyri minni ment
Í garðinum kring eitt heim fyri minni ment vóru standmyndir í rundum skapum, sum sóu út sum marsmenn. Hetta var so yndisligt og livandi, at tú fer aftan á fer táraði, tá íð Gerhard Dalen tosaði um hesar listaligu verur. Tey minni mentu ferðaðust millum hesi mjúku skap - nomu við tey og á sín hátt tosaðu tey við hesar ”livandi deyðu” listaligu lutir. Vit, sum halda okkum vera fullborin, høvdu kanska farið framvið og bara latið eygað nortið við hesi skap í nøkur sekund. Tey minni mentu, sum ofta hava eitt stutt minni, vendu aftur til hesar yndisligu verur, sum vóru einkarbørn og staksystkin teirra. Hesi fólk høvdu ikki fingið so nógv í vøggugávu, men her gekk sjón fyri søgn. Listina vóru tey eins glað fyri, sum vit onnur, tí tey upplivdu hana. Sáðið og eggið vóru eisini vovin inn í teirra tilvit í einklum skapum, sum gav teimum tryggleika og góðar upplivingar. Tá ið fólk fara inn í listina á hendan hátt, verður hon ein (seiða)lygn í sjónum, og av somu orsøk verður lívið tess ríkari hjá okkum øllum. Hvørt ár setir Tróndheim komuna eina ávísa upphæd ( 1,25 % av intøkuni hjá kommununi) á fíggjarætlanini hjá kommununi til list. Hetta munar væl, og øll eru glað fyri hetta.
Tónleikur
Tað kundi verið okkurt annað at nomið við, men eg vil leggja afturat, at tvey ung fólk frá Tróndheimi spældu eini trý løg hesa stund, vit tvøldust undir bitunum í Býraðshøllini í Klaksvík. Ungfólkini, Ásbjørg Ryeng, spældi upp á Bandoneon og Lars Magnus Steinum spældi upp á violin. Bandoneon er ljóðføri, sum líkist einari lítlari harmoniku, og er upprunaliga týskt , sum t. d. kom til Suðuramerika við týskarunum, sum fluttu hagar í 19. øld. Her verður tað ofta nýtt, tá ið tangoløg verða spæld. Tað gjørdu hesi ungu eisini og fyltu ”tað tóma rúmið” við svingandi tangoløgum. Sera væl spælt.
Eg saknaði lands-, kommunalpolitakarar og fólk, sum sita á trónini og umboða mentanarpartin í kommununum víða um. Bert kommunalpolitikarar úr Klaksvík vóru og lýddu á, men eg vildi hildið tað, at tað hevði verið ógemeina gott, um felagsskapur kommununar her á landi tók um endan , og bað hann koma aftur at halda fyrilestur um list (útilist) fyri limum sínum og fólki, sum starvast hjá komununum.
Dávur Winther stílaði fyri og bjóðaði fólki við nýtum og blíðum orðum at vera hjartaliga vælkomið til hesa forvitnisligu fyrilesing, sum lat seg í eina troyggju, sum fjálgaði um okkara listaligu nøring... og so sáðið og eggið. Ja, tað kann eg siga tykkum, tað skuldu tit hoyrt!!!