Seinastu árini hava umhvørvisalit fingið alt størri týdning fyri bilaframleiðarar kring allan heim. Hetta rákið varð endaliga staðfest á árligu bilaframsýningini í Geneve í mars, sum er ein hin mest týðandi sýnisgluggunum hjá heimsins bilaframleiðarum.
Sum altíð á slíkum messum, var høllin pinnpakkað við skínandi kromi og lakki, pyntað við eiggiligum damum. Men kortini var messan í Geneve í ár øðrvísi enn vanligt. Tí nú eru tað umhvørvisgrundgevingar sum skulu gera søluarbeiðið fyri sølufólkini. Antin tað snýr seg um vanligir motorar við lægri orkunýtslu, at innmaturin í bilinum er úr bio-plasti, ella dekkini hava lægri rullimótstøðu, so er tað umhvørvið, sum selur bilar í dag.
Allir framleiðarar leita eftir svarið uppá, hvørja orkukeldu vit skulu brúka í framtíðini. Tí lovaðu fleiri framleiðarar í Geneve at bilar teirra framyvir fara at nýta bio-orku. Millum annað vístu teir prototypur uppá bilar, sum verða riknir við framtíðar drívmegi, so sum hydrogen. Men reint hydrogen letur bíða eftir sær, til ein skipan er ment, sum framleiðir hydrogenið við orku, sum kann endurnýggjast, til dømis við sólarorku. Tá verður hydrogen ein gullrein drívmegi, skrivar forskning.no.