Umhvørvið ? okkara størsta ábygd

Náttúruna er álagt okkum at verja. Ikki at týna og dálka. Tað gerst alsamt sjónligari, at vit hava bara eina klótu, og hon ger vart við seg, tá vit misnýta hana.

Rigmor Dam,

valevni til býráðsvalið í Havn www.rigmordam.subnet.dk



Lívið í høvunum er um at køvast av dálking. Veðurlagið er fyri stórum broytingum. Frumskógir oyðast og oyðimørkin veksur. Hetta eru alt øki sum vit hava ávirkan á, eisini í lítlu Føroyum og vit hava eins stóra ábyrgd, sum øll onnur menniskju í heimunum.

Tórshavnar Kommuna má orða ein burðardyggan umhvørvispolitikk beinanvegin. Tíðin er búgvin til at vit taka heimsumfatandi Agenda 21 átakið í álvara. Hetta megnartiltak, har 170 lond, harímillum Føroyar, hava bundið seg til at skapa umstøður hjá lokalsamfeløgum og kommunum at arbeiða fram ímóti einum burðardyggum umhvørvi.

Uppgávan hjá kommununum er fyrst og fremst at gera eina virkisætlan, har ein langtíðar umhvørvispolitikkur verður lagdur til rættis og at fáa hann framdan í verki. Samstundis skal kommunan birta uppundir og stuðla tiltøkum og felagsskapum, sum hava til endamáls at upplýsa og vegleiða um umhvørvið.

Eisini eigur kommunan at stuðla øllum verkætlanum, sum tær hjá IRF við at skilja burturkast. Millum annað við at hava tirvingarskipanir til lívrunnið tilfar, kvørnir til úrtagarðsburturkast og endurnýtslu av húsarhalds- og ídnaðarruski.

Tí tað er so sera umráðandi at vit øll - eisini her í Føroyum - gera alt vit eru ment, at steðga dálkingarvandanum. At vit í nógv størri mun gera okkum greitt, hvørjar avleiðingar framferð okkara mótvegis umhvørvinum hevur. At vit læra børn okkara, at tey eru ein partur av náttúruni, at virða og verja hana og at hugburður hins einstaka ger mun. Tí mugu vit skunda okkum nú - áðrenn tað verður ov seint!