Umhvørvið og trygd ístaðin fyri hestakreftir

Veðurlagsbroytingarnar koma at hava ávirkan á framleiðsluna av akførum meira enn alt annað komandi árini. Av tí at ferðslan økist so nógv um allan heim, ganga trygd og umhvørvi hond í hond í hesum døgum.

Fyrr kappaðust bilaframleiðararnir um hvør kundi sýna fram teir kvikastu bilarnar við størst motori. Nú er fullkomiliga vent í holuni hesum viðvíkjandi, og umhvørvið og trygd eru í hásæti. Eftir tær stóru veðurlagsbroytingarnar seinnu árini er stórt trýst lagt á bilverksmiðjurnar um at framleiða umhvørvisvinarligar bilar, sum dálka minst møguligt. Hetta trýst fer ikki at minka í framtíðini.


Í hesum sambandi var týski samveldiskanslarin Angela Merkel og vitjaði á Frankfurt Motor Show í september, har hon helt røðu og greiddi frá, hvussu týdningarmikið tað er, at bilaídnaðurin leggur seg eftir at gera umhvørvisvinarligar bilar.


Í tí sambandi hevur týski umhvørvisráðharrin Sigmar Gabriel sent út eina ávaring til framleiðarar av teimum stóru luksusbilunum um at minka um útlátið so skjótt sum yvirhøvur møguligt. Avbjóðingin hjá bilaframleiðarunum er sjálvandi at útlátið frá teimum stóru motorunum skal minkast munandi meira enn á smáu fyri at koma á sama støði.


Framsýningin í Frankfurt varð eftir øllum at døma tað heilt stóra gjøgnumbrotið fyri hybridbilar hjá fleiri av evropeisku bilverksmiðjunum.


mg






.