Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
Sjálvstýrisflokkurin
Kunnu føroyingar loyva sær at tiga spurningin um útlát burtur og vænta, at trupuleikin loysir seg av sær sjálvum?
Hoyrdi landsstýrismannin í Innlendismálum, har hann í Útvarpinum tosar um manglandi hagtøl og at onki enn røkist fyri, at Føroyar taka undir við Kyoto sáttmálanum. Vit hava tikið undir við klimaavtaluni, ið áleggur okkum at minka um útlátið, tí eiga vit at gera eina ætlan fyri, hvørji tiltøk vit vilja seta í verk.
Landstýrismaður Sjálvstýrisfloksins Eyðun Elttør setti eina kanning í verk, og er hon útgivin av Heilsufrøðisligu Starvstovuni og Oljumálaráðnum. Lena Lástein stóð fyri kanningini.
Hendan kanningin vísti millum annað, at Føroyar eru nr. 3 av heimsins mest dálkandi londum innan veðurlagsgassir. Ringast stóð til í USA síðan kom Australia. Okkara útlát av CO2 var 12 tons pr. íbúgva og eru vit sostatt eisini tað mest dálkandi av norðanlondunum. Sjálvsagt er ein frágreiðing, at stórur triðingur av orkuni verður brúktur av okkara skipaflota, men hetta friðhalgar okkum ikki fyri at støðga á og seta spurningin: Hvat kunnu vit gera.
Tað er undrunarvert, at landstýrismaðurin í umhvørvismálum tosar um tørv á hagtølum, tá hesi eru gjørd fyri 4 árum síðani og eru líka viðkomandi ídag.
Vit kunnu seta tiltøk í verk at minka um útlát.
Slóða fyri og áseta at 5o % av upphiting í almennum bygningum skal koma frá varandi orkukeldum t.d. sólorkuskipan.
Herd krøv til bjálving og tættleika í sethúsum og almennum bygningum.
Avtøka av meirvirðisgjaldi á tøkni, ið minkar um oljunýtsluna td. hitapumpur og sólorkuskipan.
Menna vind, vatn, vetni og aldu.
Føgur orð skulu til, men vit mugu taka nøkur verðulig stig, sum prógva góða viljan.