Tá fólk høvdu bíðað í ein góðan hálvan tíma, fóru Eager to Please endiliga á pall á tjóðpallinum til FUTT í býin fríggjakvøldið.
Tað gekk ein løta, áðrenn ótolnið hjá áskoðaranum varð skift út við svingandi beinum og klappum í takt við tónleikin.
Tónleikurin var fínur, men hóskaði als ikki til lítla hølið, har teir framførdu. Fólk sótu niðri, og tískil ber ikki til at nýta tónleikin, sum hann átti at vera nýttur. Eitt dansigólv hevði uttan iva verið tað, ið skuldi til fyri at fullgera upplivilsið við Eager to Please.
Eager to Please fingu eitt skeivt umhvørvi at framføra í, og tí eydnaðist framførslan ikki. Eg hevði tó verið fyrst á dansigólvinum, um teir vóru í einum líknandi dansistaði sum REX.