Tað tykist vera meiriluti fyri, at ásetingin av fiskidøgunum skal flytast úr tinginum.
Hjalti í Jákupsstovu var stjóri í Havstovuni í fleiri ár. Hann var í skipanarnevndini, sum orðaði tilmæli til politiska myndugleikan um skipanina, sum skal vera galdandi aftaná, at fiskiloyvini fella aftur til landið í 2018.
Hann var greiður í viðtalu við Rás í gjár.
- Tað skal verða ein nevnd, og ikki Løgtingið, sum skal áseta fiskidagarnar, segði Hjalti í Jákupsstovu.
Orsøkin er einføld. Hjalti í Jákupsstovu er sannførdur um, at við at flyta ásetingina av fiskidøgunum í eina óhefta nevnd, sleppur tú undan, at viðgerðin av fiskidøgunum verður ávirkað av persónligum áhugamálum.
- Tað er sjálvsagt ein trupulleiki, at politikkarar, sum umboða ymsar áhugabólkar í samfelagnum, eru ávirkaðir av persónligum áhugamálum undir viðgerðini, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Høgni Hoydal er formaður í Tjóðveldi. Hann var greiður, tá hann skuldi seta orð á ársins viðgerð av fiskidøgunum.
- Tað er eitt sirkus at viðgera málið, segði hann í viðtalu við Rás2.
Viðbreki mál
Málið um fiskidagarnar er eitt sera viðbreki mál.
Tað eru altíð ymsar metingar, hvør skilabesta loysnin er, og tað var einki undantak í ár.
Millum annað mælti Atli Gregersen, fiskifrøðingur og stjóri í alifelagnum LUNA, til, at veiðutrýstið skal minka munandi, soleiðis, at føroysku bátarnir kunnu fiska nógv meira í framtíðini.
Men Jónsvein Knudsen, formaður í felagnum Trolskip, var skjótur at svara. Hann var av tí sannføring, at eingin niðurskurður eigur at verða.
Løgtingið samtykti týsdagin, at fiskidagatalið skal skjerast við trimum prosentum. Fiskiárið við fiskidøgum er frá 1. september til 1. august.
Ikki greiður meiriluti
Undir viðgerðini kom broytingaruppskot frá Edmundi Joensen, Magna Laksafoss, John Johannesen og Hans Paula Strøm at minka fiskidagatalið við átta prosentum, sum er fimm prosent meira enn Vinnunevndin mælti til.
Uppskotið fall, tí 16 atkvøður vóru fyri, 16 atkvøður vóru ímóti, og ein atkvøða var blonk.
Tað restaði ein einkult atkvøða í, at fiskadagatalið var skert við átta prosentum, og ikki trimum prosentum, sum úrslitið var.
Spurningurin er tí, um tað er ábyrgdarfult, at úrslitið av fiskidagatølum ikki hevur størri undirtøku. Hvussu skulu vit kenna okkum trygg við, at Løgtingið hevur tikið røttu avgerðina, tá ein atkvøða var frá, at úrslitið varð ein skjering á átta prosent, og ikki trý prosent?
John Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, ivast ikki, tá hann skal svara spurninginum.
- Tað er ikki nøktandi, og tað er somuleiðis ábyrgdarleyst. Eg havi fleiri ferðir víst á, at politikarar dyrgja meira eftir atkvøðum undir viðgerðini av fiskidøgunum, heldur enn at taka skilabestu avgerðina. Soleiðis skalt tú ikki stýra einari modernaðari vinnu. Tí skulu vit hugsa um at flyta málið um fiskidagarnar úr tinginum, segði John Johannesen við Rás2 mikudagin.
Tað stóð nógv á samgonguni undir viðgerðini av fiskidøgunum týsdagin. Soleiðis var eisini fyri tveimum árum síðan, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin vóru í samgongu. Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi valdi at atkvøða fyri sínum egna uppskoti við andstøðuni, og tað hevði við sær, at niðurskurðurin var 10 prosent, og ikki 20 prosent, sum samgongan vildi hava. Tað var um reppið, at CHE-samgongan slitnaði av avgerðini hjá tingmanninum.
Upp til tingið
Fiskivinnan er høvuðsgrundarlagið undir føroyska samfelagnum. Málið um fiskidagarnar er sera týdningarmikið, og tí er alneyðugt at røttu avgerðirnar verða tiknar.
Hjalti í Jákupsstovu dugir ikki beinleiðis at siga, hvør skal sita í einari slíkari nevnd, men hann sigur, politiski myndugleikin noyðist at viðgera fiskidagaskipanina. Leisturin kann verða hin sami, sum framkomin lond hava flutt ásetanina av tjóðbankarentuni úr politisku skipanini, sigur hann.
- Fiskivinnan er eitt sera eymt mál, og vit hava neyvan ráð at traðka við síðurnar av, sigur hann.