Tað fer at kosta Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum, at løgmaður hevur boðað frá, at vit skulu hava flóttafólk til Føroya.
Tað heldur Ívar Dam, sambandsmaður
Á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun, staðfesti hann, at hann hevur verið sambandsmaðir í nógv ár.
Men nú umhugsar hann at rýma úr flokkinum.
- Og eg eri nokk ikki tann einasti, sigur hann.
Hann ásannar, at tað er neyðugt at gera neyðsemjur í politikki, men tað skal kortini valdast, heldur hann.
Hann sigur, at tað eru nógv viðurskifti, hann er ósamdur við flokkin í. Men tað eru serliga tvær orsøkir til, at hann nú umhugsar sína støðu í Sambandsflokkinum.
Onnur orsøkin er, at sambandsflokkurin tók undir við at seta lógina í gildi sum gevur løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki.
Hann heldur, at tað er ein spurningur, hvat vit missa fyri tann tryggleika, vit kanska fáa.
Hann heldur, at hetta snýr seg um frælsi hjá føroyingunum. Og hann heldur, at tað gongur persónliga frælsinum ov nær, at tað skal bera til at hava eftirlit við hvørjum einasta føroyingi.
- Hetta er øgiliga langt úti heldur Ívar Dam
Hann er eisini ósamdur við løgmanni, tá ið hann sigur, at vit skulu hava flóttafólk til Føroya.
Hann heldur, at føroyingar eru gávumildir og tað stendur ikki á at hjálpa, har neyð er. Men hann heldur, at tað er misbrúk og grovt av løgmanni at varta upp við matteusar evangeliunum fyri at fáa føroyingar at hjálpa.
- Vit hjálpa fegin, men at fáa flóttafólk fólk higar, sum ”ikki eru vit” er skeivt. Vil løgmaður fara í onnur lond at vera samarittur, er hann vælkomin til tað.
Ívar Dam sigur, at vit hjálpa hesum fólkunum nógv betri, har tey eru og tí er tað skeivt at taka flóttafólk hendavegin. Tvørturímóti hava føroyingar einki ímóti at hjálpa til við pengum, leggur hann afturat.
Hann heldur, at broytir Sambandsflokkurin ikki kós í hesum máli, kann hann vænta sær, at fáa ein smeit á næsta løgtingsvalið, heldur Ívar Dam.