Umhugsar at banna ungum at brúka solarium

Landsstýrismaðurin í heilsumálum umhugsar nú at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við áheitanina frá Krabbameinsfelagnum um at banna ungum undir 18 ár at taka solarium av tí at títtleikin av húðkrabba er so nógv øktur.

Solarium er ein høvuðsorsøk til húðkrabba og tess yngri fólk eru, tess størri er vandin.

Karsten Hansen sigur, at hann ætlar taka málið upp í samráð við Krabbameinsfelagið og Fólkaheilsuráðið.

Hann hevur ikki gjørt upp við seg sjálvan í hvussu stóran mun, tað skal gerast við forboðið, og í hvussu stóran mun, tað skal gerast við upplýsing.

Men hann sigur, at hann umhugsar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at brúka Solarium.

Kristianna W. Poulsen helt, at upplýsing var rætti vegurin heldur enn forboð, men Bill Justinussen var ósamdur, tí hann helt, at forboð skuldi setast.

Eitt, sum fær tingfólk at venda sær forboðið, er, at flestu sólstøðir eru ómannaðar og at tað tí fer at vera tórført at halda eitt forboð.

Og skulu tey seta fólk at ansa sólini, tekur tað inntøkugrundarlagið undan flestu sólstøðum.

Bill Justinussen er av teirri áskoðan, at tað er ikki uppgávan hjá Løgtinginum at hugsa um, hvussu sólstøðir bera seg at fyri at halda lógina.

Bjørt Samuelsen heldur, at atliti at lívi og heilsu hjá teimum ungu eigur at verða tikið framum inntøkugrundarlagið hjá nøkrum sólstøðum.