Ein av avgjørdu fyritreytunum fyri at lata smoltstøðina upp aftur í Svínoy var, at ferðasambandið var álítandi, men nú umhugsa eigararnir støðuna av nýggjum. Herfyri kom fram, at hol var tært á skrokkin á Rituni, og Jens Petur Brattalíð, flutningsleiðari á Strandferðsluni sigur, at tað er óvist, nær Ritan verður sett í sigling aftur.
Og hetta kemur illa við hjá smoltstøðini í Svínoy.
- At ferðasambandið var álítandi var ein fyritreyt fyri, at vit yvirhøvur umhugsaðu at lata smoltstøðina upp aftur. Og tá vit so fingu at vita, at Ritan fór at verða sett inn á farleiðina, gjørdi, at vit tóku avgerð um at lata smoltstøðina upp aftur, sigur Bogi Jacobsen, eigari av smoltstøðini.
Hann sigur, at eitt gott og trygt ferðasamband er av avgerandi týdningi fyri, at kunna reka smoltstøðina, serliga á vetrardegi.
- Men er hetta eitt politist signal frá politisku myndugleikunum, at henda farleiðin verður raðfeest so lágt, so mugu vit taka tað til eftirtektar, sigur Bogi Jacobsen.
Smoltstøðin skal hava fóður og annað flutt út í oynna hvørja viku, umframt at brúk er fyri tænastum til støðina næstan dagliga, og tað krevur eina álítandi farleið.
- Tað er púra vanligt, at hol kemur á eitt skip, og so verður tað tikið upp á beding og en pláta skift út. Meiri er ikki í tí. Men skal Ritan liggja í vikur og mánaðar, áðrenn hon verður umvæld, so er tað ein spurningur um raðfesting. Og tað mugu vit so taka til eftirtektar og umhugsa, um vit skulu flyta støðina inn á fastlandið, sigur Boi Jacobsen, eigari av smoltstøðini í Svínoy.










