- Vit eiga at fara rættiliga víðgongt til verka!
Tað staðfestur Bárður Nielsen, formaður í fígggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Nú fíggjarlógin er til viðgerðar, varð nógv tosað um, hvussu tað ber til at útvega landskassanum eyka inntøkur.
Í hesum sambandi varð mangan sipað til allar føroyingarnar, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands.
Tingfólk eru samd um, at tað er bara at fegnast um, at fólk leita sær uttanlands eftir arbeiði.
Men tey eru eisini samd um, at nú er talið á føroyingum, sum arbeiða uttanlands, men sum ikki rinda skatt í Føroyum, so stórt, at tað er ein trupulleiki fyri landskassan.
Trupulleikin stendst av, at hesi fólkini, og húski teirra, njóta allar ágóðar, sum almennu Føroyar hava at bjóða av tænastum, men sum bara tey, sum rinda skatt í Føroyum, rinda.
Tí er at kalla semja í tinginum um, at tað er neyðugt at útega landskassanum eyka inntøkur.
Mest varð tosað um at lækka inntøkuskattin, men at áseta ymisk brúkaragjøld ístaðin, uttan at nakað serligt varð nevnt um, hvørji gjøld talan skal vera um.
Hinvegin vísa fleiri tingfólk á, at brúkaragjøld raka tær lágu inntøkurnar meint, og at tað er ein spurningur, hugsar má gjølliga um.
Sjálvur hevur Bárður Nielsen ein rættiliga kollveltandi tanka.
Hann vísir á, at ein skattur, sum verður nevndur í øðrum londum, er at leggja skatt á pengaflytingar.
Tað merkir, at tá ið pengar verða fluttar ímillum kontur, eitt nú í samband við keyp og sølu av partabrøvum, ella í samband við aðrar flytingar.
Bárður Nielsen heldur, at hetta er ein áhugaverdur tanki.
- Tað merkir, at peningur verður lagdur á pengaflytingar, so at tey, sum flyta nógvan pening, og helst eisini eru tey, sum forvinna mest av pengum, rinda meiri enn tey, sum ikki hava so nógvar flytingar.
- Eg haldi, at vit skulu fara rættiliga kollveltandi til verka, tí eg haldi, at skipanin, vit hava í dag, er kanska ”avoldað”.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fegnast um, at Bárður Nielsen nevnir møguleikan fyri at leggja skatt á peningaflutning.
- Sjálvt í borgarligum londum verður eisini tosað um at leggja skatt á stórar pengaflytingar.
- Í veruleikanum er talan um ein spekulatiónsskatt, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at talan er sostatt ikki um at leggja skatt á meiniga mannin, sum keypir sær ein tubbakspakka í eini kiosk og rindar við gjaldskorti.