Umhugsaði at skjóta ferðamannaflogfar niður

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair sigur, at hann umhugsaði at biðja flogvápnið skjóta eitt ferðamannaflogfar niður, tí tað svaraði ikki, tá eftirlitið kallaði á tað. Hetta var stutt aftan á yvirgangin í USA 11. september í 2001, tá yvirgangsmenninir rændu fýra ferðamannaflogfør.

Blair sigur, at flogskipararnir á stríðsflogførunum høvdu fingið boð um at vera til reiðar at skjóta ferðamannaflogfarið niður, um tað ikki gav ljóð frá sær. Men tíbetur svaraði flogfarið, so Blair slapp frá at geva boð um at skjóta.

Tony Blair nevndi ikki, nær hesin tilburðurin var, men sigur, at løtan var óhugnalig.