Umhugsaði at fara frá

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, avdúkar nú, at hann umhugsaði at leggja frá sær, tá Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta Icesave-lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember.

Harafturímóti fær úrslitið av fólkaatkvøðuni um somu lóg ikki fíggjarmálaráðharran at hugsa um sítt ráðharrastarv.

Hann segði í einari útvarpssending, at fólkið hevur sagt sína greiðu hugsan, og at stjórnin fer at taka hana til eftirtektar.

-Úrslitið vísti, at fólkið er ónøgt við støðuna og vil hava málið loyst, segði Steingrímur J. Sigfússon.