Umhugsa hvalaveiði

Japan hóttir nú við at taka ta vinnuliga hvalaveiðina uppaftur, um altjóða hvalaveiðinevndin IWC ikki kemur við nýggjum reglum fyri hvalaveiði.

Yoshimasa Hayashi, sum er formaður í uttanríkis- og verjunevndini hjá japanska tjóðartinginum, var í vikuni í Washington, har hann boðaði frá, at Japan umhugsar at taka hvalaveiðina uppaftur. Hann vísti á, at IWC samykti í 1990 at gera nýggjar reglur fyri vinnuliga hvalaveiði. Men at tær eru ongantíð gjørdar, og nú hava japanar mist tolið, segði Hayashi.

IWC skal halda fund í suðurkoreanska býnum Ulsan í næsta mánað, og Yoshimasa Hayashi sigur, at fæst ikki semja tá um, nær tær nýggju reglurnar skulu kom i gildi, fer Japan aftur undir vinnuliga hvalaveiði í egnum sjógvi. Hann ávaraði um, at Japan fer kanska at taka seg burtur úr IWC, og hann roknaði við, at so fara Russland, Kina og Suðurkorea at gera tað sama. Hendir tað, verða bara lond, sum eru ímóti vinnuligari hvalaveiði, eftir í nevndini, segði hann.