Umhugsa hassjflokk til næsta val

Eru farin undir at savna undirskriftir fyri at kunna stilla upp á næsta løgtingsvali

Felagsskapurin Framtakið fyri rættinum at velja kannabis er farið undir at savna undirskriftir saman til at gera nýggjan flokk.

- Vit gera hetta fyri at hava møguleikan. Um politikkararnir ikki kunnu gera tað, sum er rætt, fara vit at spyrja fólkið, hvat tey siga, segði Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, ein av stigtakarunum handan Framtakið við Góðan Morgun Føroyar.

 

Í samband við at 1. viðgerð verður av uppskotinum hjá Jenisi av Rana um eina royndarskipan við kannabis sum heiliváig, fer Framtakið at savna undirskriftir fyri at kunna skipa ein uppstillingarlista.

 

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus og Katja Simonsen vitjaðu morgunsendingina í morgun og greiddu frá hvat Framtak vil.

 

Tey ynskja tó eina nógv liberalari skipan enn hana, sum uppskotið í tinginum leggur upp til.

- Tað er eingin sum sigur, at vit stilla upp. Vit vóna, at uppskotið verður samtykt, men at broytingar verða gjørdar, so at onnur enn bara krabbameinssjúklingar kunnu fáa tað. Vit ynskja, at listin skal strikast. Eg dugi ikki at síggja, hví tríggjar sjúkur skulu veljast burtur úr. Hvat við epilepsi, hvat við alzheimers, spyr Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

 

- Okkara vón er, at vit taka kannabis úr pengunum á teimum, sum tjena nógvar pengar upp á at innflyta tað og geva tað til fólkið, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.