Umhugsa harðari revsing fyri álvarssom brotsverk

Yvirgangurin í Oslo og á Utøya hevur fingið politikarar í Noregi, Svøríki og Danmark tosa um at herða revsingina fyri álvarssom brotsverk, og alt bendir á, at okkurt fer at henda

Hóast meiri enn 65 prosent av norska fólkinum vilja hava harðari revsing fyri álvarssom brotsverk, hendir einki í bræði, tí teir norsku politikararnir hava gjørt av at leggja alt kjak til viks fyribils orsakað av sorgarleikinum næstseinasta fríggjadag. Heldur ikki í Svøríki hendir nakað fyribils. Teir politisku flokkarnir hava sagt seg hava samhuga við norska fólkinum, og at teir eru skelkaðir av tilburðunum, men teir hava ikki sagt nakað endaligt um politiskar broytingar.
Hinvegin hava danskir politikarar verið rættiliga skjótir at tosa um broytingar. Eitt nú hevur løgmálaráðharrin, Lars Barfoed, biðið sínar embætismenn endurskoða reglurnar um handilstøð, sum Anders Behring Breivik brúkti til bumbuna í Oslo. Sosialistiski Fólkaflokkurin vil hava Fólkatingið at banna dønum at hava sjálvvirkandi vápn, og í Danska Fólkaflokkinum vilja tey seta nazistaflokkinum forboð fyri at virka, eins og flokkurin vil kanna, um Politiets Efterretningstjeneste hevur tey røttu amboðini til at halda eyga við víðgongdum felagsskapum.
Okkurt bendir kortini á, at danska stjórnin hevur lítlan hug at fremja aðrar broytingar enn at broyta reglurnar um handil við handilstøðum og vápnalógina. Í hvussu er hevur løgmálaráðharrin sagt, at eftir hansara tykki er ikki neyðugt at broyta nakað annað.
Fleiri løgfrøðingar hava ávarað teir donsku politikararnar ímóti at leypa framav.