Nú verður revsingin fyri siðamiðsbrot í móti børnum kanska herd í Føroyum.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í lógarmálum.
Seinastu tíðina hevur kynsligur ágangur ímóti børnum verið rættiliga frammaliga í almenna kjakinum og eitt av krøvunum frá almenninginum hevur verið, at tey, sum gera seg inn á børn, skulu hava harðari revsing.
Og tann spurningin er landsstýrismaðurin í lógarmálum nú farin at kanna.
Men hann ætlar sær kortini ikki at verða tikin av fótum av og tí ætlar hann at hugsa seg væl um.
- Tað kann vera skjótt at verða tikin av fótum av einum uppøstum hugalagi og tí ræður um ikki at leypa framav, sigur hann.
Væl og virðiliga
Tískil hevur hann lagt spurningin fyri nýggja revsirættarráðið, sum nettupp er stovnað at geva landsstýrismanninum tilmæli í slíkum viðurskiftum.
- Tey stig vit taka, mugu verða fakliga væl grundað og tískil skylda vit málinum at tað verður viðgjørt væl og virðiliga, áðrenn nøkur stig verða tikin.
Av tí sama heldur Kári P. Højgaard, er tað er sjálvsagt, at eitt mál, sum hetta verður lagt fyri revsirættarliga ráðið.
- Tí havi eg biðið ráðið koma við einum tilmæli um, hvussu siðamisbrot ímóti børnum skulu revsast og tí sambandi havi eg eisini spurt ráðið um tey halda, at tað er rætt at herða revsingina.
Enn er óvist nær revsirættarráðið kemur við einum tilmæli til landsstýrismannin.
Kári P. Højgaard vil ikki siga, hvat hann sjálvur heldur um spurningin.
- Tað vildi verið skeivt av landsstýrismanninum at givið sína hugsan til kennar, áðrenn revsirættarráðið er komið við sínum fakliga tilmæli, sigur hann.
6 limir
Revsirættarráðið er eitt fakligt ráð, sum er sett saman av serfrøðingum á lógartekniska og revsirættarliga økinum.
- Tað var Annika Olsen, sum setti ráðið, tá ið hon var landsstýriskvinna í lógarmálinum og endamálið við tí er at geva landsstýrinum tilmæli í revsirættarligum málum.
- Í revsirættarráðnum eru seks limir og teir eru: Karen Marie Olesen, fúti, Henrik Møller, sorinskrivari, Jógvan Elias Winther Poulsen fyri advokatarnar, Karin Kjølbro fyri Kriminalforsorgina, Bárður Larsen fyri Fróðskaparsetrið, umframt Nella festirstein fyri løgmálaráðið.
- Og ein hin fyrsta uppgávan hjá ráðnum verður so at geva landsstýrinum tilmæli um, vit skuliu hava harðari revsing fyri kynsligan ágang ímóti børnum.
- Enn er óvist, nær tilmælið verður klárt, tí revsirættarliga ráðið hevur ikki fund aftur fyrrenn um einar tveir mánaðir.
Mugu vera varin
Hóast løgfrøðiligur ráðgevari á Løgmansskrivstovuni heldur, at tað er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur málið um barnaváttanir í samband við kynsligan ímóti børnum, er tað ikki vist, at hann vil hava tað at umsita.
- Vit eru ikki liðug at tosa um, hvør skal umsita málsøkið, sigur hann.
Hann sigur, at higartil hevur Mentamálaráðið onki havt við málsøkið at gera.
- Tann vitanin sum er á økinum og alt samskiftið, sum hevur verið um økið, hevur alt verið umvegis Innlendismálaráðið, sigur hann.
- Tað hevur altíð ligið í kortunum, at tað er Innlendismálaráðið, sum umsitur málsøki, og allir spurningar, sum hava verið í Løgtinginum, eru eisini endaðir í Innlendismálaráðnum, eins og alt samskiftið um málið annars.
Bjørn Kalsø sigur, at løgmaður hevur nevnt møguleikan at tað átti at ligið í mentamálaráðnum, men tann avgerðin er ikki tikin.
- Í Innlendismálaráðnum hava vit onga vitan á økinum og tískil kunnu ikki knappliga bara átaka sær málsøkið uttan víðari.
- Avtalan var, at eg, landsstýrismaðurin í innlendismálum og løgmaður, skuldi tosa saman um málið.
- Tað hava vit ikki gjørt enn, so ongin avgerð er tikin.
- Men sum málið liggur er tað heldur ikki vist, at tað eigur at koma niðan í Mentamálaráðið, leggur hann afturat.
Og Bjørn Kalsø er eisini av teirri áskoðan, at hetta er ikki eitt málsøki, sum Mentamálaráðið hevur umstøður at átaka sær, uttan víðari.
- Skulu vit átaka okkum øki og útvega okkum neyðugu vitanina, mugu vit eisini fáa eina fíggjarliga játtan til fáa fólk at arbeiða við málinum, sigur hann.
Annars mælir Bjørn Kalsø til varsemi í sambandi við barnaváttanir.
- Ein barnaváttan er ongin endalig trygd. Hóast vit hava barnaváttanir er tað ikki ein endalig trygd fyri, at fólk, sum kunnu gera seg inn á børn og ung, kortini sleppa ígjøgnum nálareygað, tí barnaváttanin avdúkar bara tey, sum longu eru revsað.
- Tað má ikki verða ein følsk trygd. Vit liva í einum lítlum samfelagi og taka mál av hesum slagi seg upp, vita øll um tað beinanvegin, sigur Bjørn Kalsø.
- Men sum støðan er nú, er tað ikki mítt málsøki, so eg havi onki gjørt við tað.
Um tað so verður hansara málsøki, fer so tíðin at vísa.