Umhugsa bót til floghavnir

Bretskir myndugleikar umhugsa nú at geva floghavnum bót fyri at hava skapt kaos fyri ferðafólk, sum eru strandað í floghavnum. Tað er bretski flutningaráðharrin, Philip Hammond, sum vil geva flutningseftirlitinum øktar møguleikar, eftir at Heathrow steðgaði heilu upp í kuldanum í síðstu viku, og harvið forðaði í tíggjutúsundatali av fólki at sleppa á feriu.

Philip Hammond segði við The Sunday Times, at tað kann ikki góðtakast, at BAA ? sum hevur ábyrgd av Heathrow ? onga ávaring ella annað fær frá Civil Aviation Authority (CAA) undir verandi reglum.

Tað átti at verið ein fíggjarlig fylgja fyri vantandi tænastur. Størri vekt má leggjast á tænastur og nøgd hjá teimum ferðandi, sigur Philip Hammond.

Hann ynskir at geva eftirlitinum nýggjar heimildir. Hann segði við blaðið, at verandi støða ikki er nøktandi. Umhugsað verður tí, at geva eftirlitinum størri møguleikar at geva bøtur tá tænasturnar svíkja.

Forsætisráðharrin, David Cameron, var teirra millum, sum hava funnist at støðuni, og BAA hevur síðani sett eina kanning av trupulleikunum í verk.

Trupulleikar hava eisini verið í floghavnunum í Aberdeen, Edinburgh og Glasgow eins og í Gatwick, London Luton og London City umframt aðrastaðni í Europa.

Eisini ES kommissiónn hevur funnist at, at floghavnir runt um í Europa ikki hava verið betri fyrireikaðar upp á vánaliga veðrið, skrivar Sky News.