Í september 2020 varð nýggi parturin av barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági tikin í nýtslu.
- Hetti førdi alt fyri eitt við sær, at fleiri barnafamiljur valdu at flyta til Tvøroyrar, og tað gleðiliga hendi, at stovnurin rættiliga skjótt fyltist.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Í løtuni hoyra umleið 160 børn til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu, og av hesum hava stívliga 100 børn sína dagligu gongd í sjálvari Mýrifípuni.
Á býráðsfundi í Tvøroyrar kommunu hin 26. september heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikan at útbyggja barnagarðin.
Borgarstjórin hevur longu verið í samband við lokala arkitektin, Páll Holm Lave, sum er arkitektur og byggirøðingur hjá Brim Arkitektum.
- Júst Páll og Brim Arkitektar stóðu fyri útbyggingini av Mýrifípuni í 2020.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at nú verður hugt at, hvussu stórur tørvurin er á útbygging, og hvussu hetta kann fremjast í verki, um útbygging vísir seg at vera neyðug.
- Ætlanin er eisini at uppraðfesta útiøkið kring barnagarðin í næstum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Borgarstjórin leggur aftrat, at um staðfest verður, at tørvur er á útbygging, og hetta letur seg gera, so verður farið í gongd skjótt.
Talan er at byggja Mýrufípuna út, so stovnurin rúmar 20 børnum aftrat.