Síðani fiskaútflytarar eru komnir í kreppu aftan á at Smyril Line um ársskiftið legði niður sína sigling mánakvøld til Scrabster, umhugsar Skipafelagið Føroyar at taka upp aftur sína avskiping mánakvøld. Hendan tænasta varð løgd niður nakað aftan á at nýggja Norröna kom inn á marknaðin.
- Eg kann einki siga við vissu og kann tí heldur einki lova, sigur Michael Mikkelsen, leiðari av operativu eildini hjá Skipafelagnum Føroyar.
- Men eg kann vátta at vit umhugsa støðuna í løtuni og kanna møguleikar og fyritreytir.