Umhugsa at taka Ternuna úr siglingini um Vestmannasund

Eina løtu leygardagin lá alt ferðasambandið um Vestmannasund stilt, tí fyrst mátti Ternan úr Sigling, men so fekk Sam eisini maskinskaða

Leygardagurin var ein sannur ?Thycho Brahe dagur? hjá Strandferðsluni í ferðasambandinum um Vestmannasund.

Ein ?Thycho Brahe dagur? dagur er ein dagur, tá ið alt gongur galið.

Óhappini byrjaðu leygarmorgunin, tá ið strandfaraskipið Ternan stoytti ov hart ímóti ferjuleguni á Oyragjógv, tá ið tað skuldi leggja at. Stoyturin var so harður, at skaðið hendi á portrið og rampan á Ternuni.

Veðrið var ikki av tí besta og orsøkin til óhappið var, at tað var ov nógvur suður í sjónum tá ið Ternan legði at.

- Eingin fólkaskaði ella annar skaði stóðst av óhappinum, sigur Magnus Magnussen, leiðari á teknisku deild á Strandfaraskipum Landsins, sum var í Vestmanna og kannaði málið, tá ið vit hittu hann í fartelefonini.

Ternan liggur nú í Vestmanna, har skaðin verður kannaður, áðrenn hann verður afturgjørdur.

Men tað var ikki nóg mikið við tí. Beint, sum Sam varð settur í siglingina fekk hann maskinskaða og fekk heldur ikki siglt. Tað brekið tók tó tíbetri bara nakrar tímar at umvæla, so at siglingin kundi takast uppaftur seint seinnapartin.


Ov tung

Reidar Nónfjal stjóri á Strandferðsluni, sigur, at trupulleikin er, at tann nýggja Ternan er ov tung at leggja at á ferjuleguni á Oyragjógv, tá ið líkindini eru vánalig, og tí henda óhapp, sum hesi.

Men hann leggur afturat, at tá ið nýggja Ternan varð sett í sigling um Vestmannasund, fekk politiski myndugleikin at vita frá Strandferðsluni, at sambandið fór ikki at blíva líka støðug sum hon var, tí hon er so tung.


Siglingin helst broytt

Strandferðslustjórin sigur, at hetta er aðru ferð í vetur, at Ternan er um ein háls á Oyragjógv.

Og nú verður spurningurin um siglingina um Vestmannasund tikin upp til nýggja viðgerð av.

? Vit gera undir ongum umstøðum neyðsemjur um trygdina hjá skipi, manning og ferðafólki.

? Tí mugu vit umhugsa at umskipa ferðasambandið um Vestmannasund fyri at fáa hana í eina tryggari legu.

Reidar Nónfjall sigur, at tað er neyðugt at ferðasambandið er í tryggari legu, ikki minst nú jólaferðslan stendur fyri durum. Tað ber ikki til at broyta og avlýsa í heilum, heldur hann.

Strandferðslan fer nú at viðgerða málið saman við yvirmonnunum umborð fyri at vita, hvussu ferðasambandið verður best skipað.

Sjálvur heldur hann, at í løtuni bendir nógv á, at úrslitið verður, at Ternan heilt verður tikin úr siglingini eina tíð í vetur, og so verða gamla Ternan og Sam sett í sigling í pendulfart um Vestmannasund.

? Tað hava vit roynt fyrr og tað hevur gingið sum eftir ánni og tað kunnu vit gera aftur fyri at sleppa undan broytingum og avlýsingum í heilum.

? Verður tað loysnin, verður ferðslan møguliga býtt sundur, so at tung ferðsla fer við Sam, og fólk og persónbilar fara við gomlu Ternuni, sigur strandferðslustjórin.