Umhugsa at taka seg úr grundlógarnevndini

Sambandsflokkurin umhugsar í løtuni um hann skal taka seg úr grundlógarnevndini. Javnaðarflokkurin sigur, at fæst ongin semja um tjóðskaparliga spurningin, fer hann eisini at umhugsa støðu sína í nevndini,

Grundlógarnevndin

Vandi er nú fyri, at grundlógarnevndin heilt verður amputerað.
Báðir andstøðuflokkarnir, sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eru farnir at umhugsa sína støðu í nevndini og um teir skulu taka seg úr nevndini ella ikki.
Tað eru nøkur orð hjá Løgmanni, sum hevur fingið teir báðar andstøðuflokkarnar at taka seg úr nevndini.
Í løgtinginum seinasta mikudag, bað Henrik Old, løgmann siga sína hugsan um, at einstakir flokkar í tinginum vórðu tvingaðir til at sita í grundlógarnevndin, hóast teir ikki tóku undir við at nevndin varð sett yvirhøvur.
Tað, hann sipaði til, var, at Løgtingið hevði samtykt at seta grundlógarnevndina við trimum umboðum úr hvørjum flokki á tingi, sum hava minst fýra tinglimir.
Av tí, at talan er um eina løgtingssamtykt, føla eisini flokkar, sum eru ímóti nevndini, at teir hava skyldu til at vera við í arbeiðnum.

Óvæntað svar
Svarið frá Anfinni Kallsberg kom púra óvart á tingfólk.
Løgmaður segði, at ongin varð tvingaður at sita í grundlógarnevndini. Ongin kundi tvingað tinglimir til nakað sum helst, tí sambært stýrisskipanini, eru tinglimir bara bundnir at teirra sannføring.
Arbeiðið í grundlógarnevndini er sostatt meiri eitt eitt tilboð enn ein skylda. Men stríðir tað ímóti sannføringini hjá einstøkum tinglimum at vera við í grundlógarnevndnini, kunnu teir lata vera, segði Løgmaður.
?Eftir hesum verða flokkar, ið ikki atkvøddu fyri at gera nýggja grundlóg, heldur ikki tvingaðir at vera við í grundlógararbeiðnum, segði løgmaður

Umhugsa støðuna
Hetta svarið frá løgmanni hevur fingið bæði sambandsflokkin og javnaðarflokkin at umhugsa sína støðu í nevndini.
Sambandsflokkurin situr í hesum døgum og umhugsar, um hann rætt og slætt skal taka seg úr nevndini.
Flokkurin er ikki liðugur at viðgera málið og tí veit Lisbeth Petersen, floksformaður, ikki, hvat úrslitið verður.
Hon sigur, at sambandsflokkurin fer aldrin at atkvøða fyri eini føroyskari grundlóg.
? Av tí, at løgtingið hevur samtykt at seta nevndina, hava vit følt tað sum okkara skyldu at vera við í arbeiðnum, hóast vit eru ímóti tí, sigur hon.
Hon sigur, at tí hevur sambandsflokkurin verið við í grundlógararbeiðnum. Hon vísir eisini á, at sumt av tí, sum er avrikað í nevndini kann brúkast í eini nýggjari stýrisskipanarlóg og tað heldur hon vera skilagott arbeiði.
Men sjálvum grundlógararbeiðnum, er flokkurin ímóti.
? Vit skulu ikki hava eina føroyska grundlóg, tí vit hava eina grundlóg fyri alt ríkið og vit ætla okkum ikki úr ríkinum, hóast vit fáa sjálvberandi búskap.
? Og nú løgmaður sigur, at ongin kann tvingast at vera við í arbeiðnum, fara vit at umhugsa støðuna av nýggjum, sigur Lisbeth Petersen.
? Er tað ikki betur at vera við í arbeiðnum og royna at ávirka tað, heldur enn at seta seg sjálvan uttanfyri?
? Tað er tað, vit hava gjørt higartil. Men nú Løgmaður hevur gjørt støðuna greiða, at tað bara er okkara sannføring, vit skulu halda okkum til, umhugsa vit støðuna at nýggjum, sigur Lisbeth Petersen.

Tjóðskaparligi spurningurin avgerðandi
Eisini javnaðarflokkurin umhugsar støðuna.
Jóannes Eidesgaard, formaður floksins, sigur, at fyri javnaðarflokkin er tað umráðandi at fáa at vita, um ein semja kann fáast um tann tjóðskaparliga spurningin.
? Letur tað seg ikki gera, kunnu umboðini fyri javnaðarflokkinum koma til ta niðurstøðu, at so vilja tey heldur ikki vera við í grundlógararbeiðnum yvirhøvur.
Tí heitir Jóannes Eidesgaard á løgmann um at virka fyri, at spurningin um tjóðskaparligu støðu okkara verður tikin upp til viðgerðar beinanvegin fyri at fáa tann spurningin avgreiddan.
Hann heldur, at er vilji til staðar, eigur tað at bera til at finna eina orðing um tjóðskaparligu støðuna, sum allir partar kunnu semjast um.
? Men ein treyt fyri tí er sjálvsagt, at ikki onkur flokkur longu hevur sett sær fyri at brúka hetta sum eina politiska yvirlýsing at banka í høvdið á hinum flokkunum í einum komandi valstríði, sigur Jóannes Eidesgaard við týðiligari tilvísing til tjóðveldisflokkin.