Umhugsa at taka Bourbon Dolphin uppaftur

Fleiri norskir politikarar halda, at tað almenna eigur at fíggja ein part av arbeiðinum at taka skipið uppaftur. Bourbon Dolphin, sum sakk í ein útnyrðing úr Hetlandi sunnudagin, verður kanska tikið uppaftur. Skipið var tryggjað hjá tryggingarfelagnum Gaard, og leiðslan har váttar, at hon umhugsar at taka skipið uppaftur.

Bourbon Dolphin liggur á 1100 metra dýpi. Tær flestu metingarnar siga, at tað ber ikki til at taka skipið upp av so stórum dýpi, men reiðaríið sigur, at tað letur seg gera tekniskt, men at tað verður dýrt.

Tað hevur fingið fleiri norskar politikarar at siga, at eftir teirra tykki eigur tað almenna at bera ein part av kostnaðinum.